Bíbliuskeið – um Jesu leiðslu

Um Gud vil, og vit liva, verður árliga Bíbliuskeiðið í Leguhúsinum í Nesvík 26. – 29. august, Heitið verður: “Jesus leiðir” – brot úr fjallataluni.

Skeiðið er ætlað ungum og eldri, lærdum sum ólærdum,kvinnum og monnum.

Øssur Kjølbro fer at undirvísa í fýra tímar út frá Jesu leiðslu í fjallataluni. 
Derhard Jógvansson, undirvísir í: “Ósunn/sunn kristin tænasta” og Pól Johannesen, undirvísur í: “Hvussu leiðir Gud?”

Leygardagin seinnapartin verða fýra ymiskir áhugatímar, har fólk kunnu velja tveir teirra, tí tímarnir verða tvær ferðir:
Evnini verða: “Seksualitetur” við Jákup E. Petersen;“Grøðing” við Ingolf Johannesen, “Serstøða Ísraels” við Johan Henriksen og: “Nyttar ungdómsarbeiðið nakað?” við HMU-leiðara. 
Leygarkvøldið kl.21. verður stórt felagsungdómsmøti í høllini í Nesvík.

Hetta verða spennandi dagar saman við Jesusi og Jesu vinum, sum menna til lív í Jesu leiðslu. 

Skráin verður send út um landið og løgd út á Trubodin.fo
Tilmeldingin verður á netinum ella við at ringja til HM-skrivstovuna í Nesvík tel. 470000 ella á teldupostadressu: info@mission.fo

Vælkomin á Bíbliuskeið😊

LES EISINI  Summarbíbliuskeið í Ísrael
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina