Bíbliuskeiðið 2019: Hvat er kristindómur?

Fyrireikingarnar til árliga bíbliuskeiðið í Leguhúsinum í Nesvík eru komnar væl áleiðis. Sum vant er skráin á tremur við hollari og spennandi bíbliufrálæru, men sum nakað nýtt verður roynt at gera serliga nógv burturúr ungdóminum í ár.

Tað er danin Robert Bladt, ið skal undirvísa á bíbliuskeiðnum í Nesvík, sum verður í døgunum 22.-.25 august. Robert er 49 ára gamal og fyristøðumaður á bíbliuskúlanum hjá Indre Missión í Børkop. Hann er gudfrøðingur og hevur verið leiðari í kristiligum arbeiði í mong ár. Eisini hevur hann givið nakrar bøkur út, eitt nú andaktsbókina ”Anno Gratiae”, sum er væl seld í Føroyum.

Hvat er kristindómur?

Á bíbliuskeiðnum í ár er høvuðsevnið: Hvat er kristindómur? Robert sigur sjálvur soleiðis um evnið:

– Í kristnu trúarjáttanini verður sagt stutt og greitt, hvørjum vit kristnu trúgva. Í eini tíð, sum dyrkar einstaklingin og eggjar okkum til at finna útav, hvørji vit eru og hvat vit halda um alt millum himmal og jørð, kann tað vera avbjóðandi – kanska beinleiðis provokerandi – at fáa at vita, at kristna trúgvin er givin og ikki nakað, sum eg sjálv/ur geri av. Samstundis skal eg sum kristin tilogna mær hesa trúnna. Tað er ikki ein einføld tilgongd, tí eg kann vera fullur av fordómum um Gud, sum gera tað torført fyri meg at skilja hann, tá hann sigur mær, hvør hann er. Eg eri heldur ikki uttanveltaður. Tað eru síður av Gudi, sum eg kanska ikki havi hug at skilja, tí tær stoyta saman við síður av mær sjálvum, sum eg helst ikki vil kennast við. Og eg kann hava eina søgu við mær, sum hevur litað mynd mína av Gudi, so at eg næstan ikki kann rista tað av mær.

LES EISINI  Góð uppmøting til høvuðsreingerð í Leguhúsinum

Kend skrá – tó serlig tiltøk fyri ung

Lagt verður fyri hóskvøldið við einum bíbliutíma við heitinum ”Faðir teirra faðirleysu – um trúnna á Gud sum Faðirin”. Fríggjamorgunin er heitið ”Hans minsta skaparverk er stórt – um trúnna á Gud sum skaparan”. Seinnapartin er heitið ”Gud varð menniskja – um trúnna á Gud sum sannan Gud og satt menniskja”. Fríggjakvøldið eitur bíbliutímin: ”Krossins gáta – um trúnna á sáttargerðina ímillum Gud og menniskju”. Hildið verður fram leygarmorgunin við ”Streymar av náði – um trúnna á Heilaga andan sum talsmann”. Og leygarkvøldið eitur frálærutímin: ”Guds ríki – um trúnna á Heilaga andan, sum umbroytir”.

Í fjør varð roynt við øðrvísi frálæru seinnapartin leygardagin, og so verður aftur í ár. Luttakararnir kunnu velja millum hesar áhugatímar:

  1. At biðja fyri sjúkum
  2. Raðfesting
  3. Hvussu gevi eg mín vísdóm víðari?

Her verða aðrir undirvísarar enn Robert, og hvør tími verður tvær ferðir, og tí kann hvør luttakari velja tveir av hesum trimum tímum.

LES EISINI  Okkum tørvar hjálp í Leguhúsinum

– Hinvegin verður ein øðrvísi skrá fyri tey ungu seinnapartin leygardagin. Landsungdómsnevndin hevur verið við til at fyrireika henda partin av bíbliuskeiðnum, og úrslitið er, at vanliga ungdómsleiðaraskeiðið, sum plagar at vera í september, er tikið av skránni í ár. Ístaðin er meiningin at samla ungdómsleiðarar úr øllum landinum til tveir frálærutímar við Robert Bladt, greiðir Jóna Hansen, sum er við í fyrireikingarbólkinum, frá.

Robert hevur arbeitt nógv við ungfólki, millum annað gjøgnum felagsskapin KFS. Fyrri tímin hevur heitið ”Hvat er serstakt við Jesusi?”; og seinni tímin eitur ”Hvussu kunnu vit trúgva á ein Gud, sum loyvir Helviti?” Sum nevnt ætlað ungdómsleiðarum burturav.

Eisini tvær skráir leygarkvøldið

– Eisini leygarkvøldið eru tvær parallellar skráir. Í høllini verður felagsungdómsmøti, har Robert Bladt talar. Eisini kemur fløguaktuelli Anton Liljedahl at syngja. Hetta er ikki einans ætlað teimum ungu, sum eru á skeiði, men er alment, og kokkarnir bjóða pitsa. Allir hinir luttakararnir á bíbliuskeiðnum verða bodnir til eitt hugnakvøld í matsalinum samstundis, sigur Jóna.

LES EISINI  Manslegan byrjar kl. 18 í kvøld

Síðsta tiltak á bíbliuskeiðnum verður gudstænasta sunnudagin í kirkjuni við Norðskála, har nýggi eiðisprestur Jonhard Jógvansson prædikar.

Tekna teg

Ein teknar seg til bíbliuskeiðið á mission.fo/tilmelding.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina