Skráin fyri Bíbliuskeiðið í Nesvík 26. til 29. august 2021

Heimamissiónin bjóðar á bíbliuskeið í Nesvík 26. til 29. august. Í ár undirvísa Øssur Kjølbro, Derhard Jógvansson og Pól Johannessen.Evnið er Jesus leiðir – brot úr fjallataluni.

Komið við til eitt spennandi vikuskifti saman við bíbliuni og Guds fólki. Bíbliuskeiðið er ætlað bæði ungum og eldri. Børn kunnu eisini luttaka saman við foreldrunum.

Tekning til bíbliuskeiðið fer fram á atgongumerki.fo ella á HM-skrivstovuni í Nesvík tlf. 470000. Síðsti dagur at boða frá luttøku er mánadagin 23. august.

Kostnaður fyri skeiðið: 700,-.
Frá fríggjadegi kl. 16.00: 600,-.

Børn 100,-. Seingjarklæði kunnu leigast í Nesvík fyri 130,-.

Hevur tú hug at luttaka, men mást setast aftur av fíggjarligum ávum, eru møguleikar fyri avsláttri. Tosa við Torleif Johannesen (tlf. 229024)


Hósdagur 26. august

20.00 Tann kristni og Gamla testamenti: Øssur Kjølbro
“Eg eri ikki komin at avtaka lógina og profetarnar” (Matt 5,17-20)

Fríggjadagur 27. august

8.30 Morgunmatur

10.00 Tann kristni og jørðin/heimurin: Øssur Kjølbro
“Tit eru salt jarðarinnar og ljós heimsins” (Matt 5,13-16)

LES EISINI  Skrá og kunning fyri bíbliudagin 29.august

12.30 Døgurði

15.15 Drekka

16.00 Tann kristni og tað tímiliga: Øssur Kjølbro
“Savnið tykkum ikki gripir á foldum” (Matt 6,19-24)

18.00 Nátturði

20.00 Tann kristni og tað tímiliga: Øssur Kjølbro
“Stúrið ikki” (Matt 6,25-34)
Drekka og hugni

Leygardagur 28. august

8.30 Morgunmatur

10.00 “Ósunn og sunn tænasta” Derhard Jógvansson

12.30 Døgurði

14.00 Áhugatímar

15.15 Drekka

16.00 Áhugatímar

17.30 Nátturði

19.00 “Hvussu leiðir Gud?” Pól Johannessen
Møguleiki fyri samtalu og forbøn

21.00 Felagsungdómsmøti í høllini

21.00 Hugnaløta í salinum

Sunnudagur 29. august

8.30 Morgunmatur

11.00 Gudstænasta

12.30 Døgurði

Upprudding og fráferð

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina