Mannfólkavikuskifti: Bíbliutímar, Fullpower, Slættaratindur og sangur

Umleið 170 mans vóru í Nesvík herfyri til eitt ‘Mannfólkavikuskifti’. Høvuðsevnið í ár var “Nú er nokk tosað!” Umframt tríggjar áhugaverdar bíbliutímar var ymiskt virksemi á skránni bæði innan- og uttandura.

Evnið á leguni varð viðgjørt á trimum bíbliutímum, sum Torleif Johannesen, Bergur D. Joensen og Símun P. Jacobsen høvdu, og høvdu bíbliutímarnir ávikavist undirheitini: Gev teg yvir! Ger tað bara! og Tak fatt!

Fríggjakvøldið endaði við, at borðreitt var við turrari grind og spiki.

Menn fingu sveittan fram
Veðrið var sera gott hetta vikuskiftið, og tí var stórur dentur lagdur á uttanduratiltøk. Hetta var serliga seinnapartin leygardagin.

Niðri á fótbóltsvøllinum var ein sokallaður ‘Fullpower bootcamp’. Har fingu menn roynt seg í mongum ymiskum krevjandi venjingum, so teir fingu sveittan fram og gott og væl tað.

Aðrir valdu at fara ein gongutúr niðan á Slættaratind. Hetta var ein væleydnaður túrur, tí klárt var í veðrinum.

Uppaftur aðrir valdu at fara til sangvenjing, meðan nakrir bara tóku sær av løttum.
Sum vanligt vóru tríggir hitapottar fingnir til vega, og teir vórðu nógv brúktir.

LES EISINI  November-legan farna vikuskifti: 185 ung festu sítt eyga á Jesus

Nógvur góður matur
Leygarkvøldið var festkvøld, har Ásbjørn Berthelsen við bólki sang og Bill Justinussen undirhelt. Sum vanligt var sera nógvur góður matur, sum kokkar úr Vágum borðreiddu.

Seinni um kvøldið var sangløta, har manskórið, sum hevði vant fyrr um dagin, eisini sang.
Mannfólkavikuskiftið endaði sunnudagin við gudstænastu, har Ovi Brim, prestur, prædikaði.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina