Bíbliutímarnir út á netið

Eftir ætlan skuldi Bíbliudagurin vera í Leguhúsinum í Nesvík í dag 29. august. Bíbliudagurin skuldi vera, tí ógjørligt var at hava árliga Bíbliuskeiðið vegna korona. Nú er soBíbliudagurin eisini avlýstur, tíverri – vegna korona.

Leiðslan fyri Bíbliuskeiðið hevur tí spurt undirvísararnar um at hava tímarnar á trubodin.fo. Arbeitt verður við at filma undirvísararnar, so tað verður ein videoundirvísing.
Tað fegnast leiðslan um, tí evnini fyri tímarnar eru áhugaverd.
Gongst eftir ætlan, kemur fyrsti tími mikukvøldið 9. september kl.20. Tá fer Johan Henriksen at hava tíman: “Serstøða Ísraels”
Síðani er ætlanin at hava tímarnar komandi mikukvøldini.
Hetta er eisini eitt gott høvið at royna nýggju upptøkuútgerðina, sum Heimamissiónin hevur keypt, og sum ein danskur fondur stuðlaði við 250.000 krónum.

 

LES EISINI  Skráin í kvøld
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina