Bíbliutýðarar myrdir

Fýra bíbliutýðarar eru vorðnir myrdir av militantum í Miðeystri, boðar bíbliutýðingartænastan Wycliffe Associates frá.

Sambært Wycliffe var eitt óvæntað álop á skrivstovuna hjá týðarunum. Tveir av týðarunum vórðu skotnir og dripnir, og tveir aðrir týðarar doyðu av løstunum, teir fingu av at vera bardir. Hesir báðir seinastu megnaðu at verja og bjarga høvuðstýðaranum við at liggja omaná honum, meðan teir militantu bardu teir við tømdu skjótivápnunum.

Teir militantu oyðiløgdu eisini týðingarútgerð, millum annað prentútgerð, bøkur og týðingartilfar. Tó, sigur Wycliffe, oyðiløgdu teir militantu ikki teldudiskarnar við týðingararbeiði til átta ymisk mál á.

Wycliffe takkar Harranum fyri hesa signing og biður um forbøn fyri familjunum hjá teimum myrdu týðarunum. Wycliffe biður eisini Gud um, at nýggir týðarar halda fram við hesum arbeiði:

– Vilja tit biðja við okkum fyri teimum særdu týðarunum? Biðið fyri, at onnur stíga fram og taka á seg týðaragerningin. Biðið til Harrans um at lekja hjørtuni og sárini hjá týðingartoyminum, sum er farið ígjøgnum hesa ræðuligu roynslu. Biðið, at Gud styrkir teirra hug, teirra hjørtu og teirra likam, so tey verða før fyri at halda fram við at týða gleðiboðskapin til síni fólk.

christianheadlines.com