Bil-útimøti á Hulki

Í morgin, sunnukvøldid, klokkan 18.00 skipar missiónshúsið á Strondum fyri bil-útimøti inni á Hulki.

Øll sita í hvør sínum bili, rulla rútin niður og njóta soleiðis løtuna saman. Signar á Reynatrøð, talar og Mariann D. Poulsen hevur vitnisburð, Linda Johansen syngur og felagssangur verður eisini.

Øll eru hjartaliga vælkomin og pláss er fyri nógvum bilum.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina