Bil-útimøti sunnukvøldið 19. apríl 2020

Seinastu vikurnar hevur missiónsarbeiðið verið skert sera nógv, orsaka av korona. Hetta hevur ført við sær, at møtir, kórvenjingar, bíbliutímar og øll onnur tiltøk í missiónshúsunum hava verið avlýst.

Hóast umstøðurnar, hava fleiri missiónshús og kirkjur í Føroyum gjørt nógv fyri at boða boðskapin gjøgnum sjónvarp, teldu og telefon – Kortini manglar felagsskapurin.

Sunnukvøldið gjørdu strandingar eina roynd at koma saman í fjarstøðu. Skipað var fyri bilútimøti inni á Hulki.

Á skránni var ein tala frá Signari á Reynatrøð, úr Leirvík, systrarnar Linda og Judith Johansen sungu tveir sangir, Mariann Djurhuus Poulsen hevði ein vitnisburð og góður felagssangur.

– Umleið 80 bilar – og ein bátur – vóru á møti! Kanska áleið 150 fólk. Góður boðskapur, góður sangur og gott veður. Sjálvandi høvdu vit ynskt heldur at farið á vanligt møti, men sum umstøðurnar eru, so var hetta eitt gott alternativ, sum avgjørt kann endurtakast, skrivar Missiónshúsið á Strondum á sínari facebooksíðu.

LES EISINI  Avlýst: Heimamissiónin á ferð í Miðvági

Trúboðin var eisini til møtið og hevur tikið myndir og sett eitt filmsbrot saman.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina