Biskupur handað Mariusi Jacobsen “fortjenestemedalje” í silvuri fyri drúgva og trúgva tænastu

Undir gudstænastuni í Leirvíkar kirkju í morgun handaði Jógvan Fríðriksson, biskupur, vegna hennara hátign Margrethu drotning Mariusi Jacobsen “fortjenestemedalju” í silvuri fyri drúgva og trúgva tænastu.

Í næstan 43 ár hevur Marius verið deknur í Leirvíkar kirkju. Fyrsti lestur hansara var 9. mai í 1976. Biskupur nam við trúfesti og nærlagni Mariusar í tænastu hansara í kirkjuni, og tann kærleika, hann hevur til kirkjuna og tað, hon stendur fyri. Biskupur nevndi eisini trúfestið og ídnið hjá Mariusi í Leirvíkar missiónshúsi og missiónsarbeiðnum sum heild.

Við hesum vil kirkjuráðið og kirkjuliðið siga takk og virðismeta trúfestið í tænastuni, segði biskupur og legði afturat, at á sama hátt hevur øll sjálvboðin tænasta í kirkjuni, sjónlig sum ósjónlig, eisini sera stórt virði.

Í talu síni hugleiddi biskupur um tænastuna sum kirkjutænari. Kirkjutænarar eins og prestar koma nær við gleðis- og sorgarløtur hjá teimum, ið leita sær í kirkju. At enda ynskti biskupur Mariusi og konuni Annu og familjuni hjartaliga til lukku og Guds signing.

LES EISINI  Missiónsarbeiðið í Leirvík 100 ár

Eftir gudstænastuna bjóðaði kirkjuráðið allari samkomuni til døgurða í bygdarhúsinum.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina