Bjóða kvívíkingum til møtir í dansihøllini

Vit eru nú farin inn í eitt nýtt ár, – eitt nýtt ár, 2024 við ókendum møguleikum.

Ein partur av arbeiðinum hjá Heimamissiónini er tann árliga møtirøðin í bygd og býi – tær sonevndu missiónsvikurnar – sum nú byrja aftur í Norðstreymoy.
Lagt verður fyri við fyrstu missiónsvikuni longu í hesi vikuni. Boðið verður nevniliga til møtir yvir trý kvøld í Frøðishøllini, sum er dansihøllini í Kvívík.
Skráin fyri missiónsvikuna eru møti fríggjakvøldið 19. januar kl. 19.30 og leygarkvøldið 20. januar somuleiðis kl. 19.30. Endað verður sunnukvøldið 21. januar kl. 17.00.

GÓÐ MØTIR

Í 2023 var somuleiðis hildin missiónsvika í Kvívík. Hon var eisini hildin yvir trý kvøld.
– Tað vóru góð og væl vitjaði møtir, greiðir Ólavur Jacobsen, trúboðari frá.
Eins og í fjør, verða tað aftur Jóanes Fonsdal, Magni Christiansen og Ólavur Jacobsen sum koma at standa fyri missiónsvikuni.
Teir, sum skipa fyri møtunum leggja dent á, at tey eisini fáa góða hjálp úr bygdini.

LES EISINI  Missiónsvika úr Meinigheitshúsinum á Skála (4)

Og sum Ólavur Jacobsen slær fast:
– Øll eru hjartaliga vælkomin til hesi møtir.
Hann endar samrøðuna við einum ørindi úr Rómaverjabrævinum 10,14:

Hvussu skulu tey tá ákalla tann, sum tey ikki trúgva á? Og hvussu skulu tey trúgva á tann, sum tey ikki hava hoyrt um? Og hvussu skulu tey hoyra, uttan at onkur er, sum prædikar?

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina