Bjóðaðu nýggjum familjum vælkomnum
Leygardagin hevði Meinigheitshúsið í Havn bjóðað fleiri familjum, sum seinastu árini eru flutt til Havnar – antin eftir at hava búð uttanlanda ella á bygd – vælkomin til Meinigheitshúsið.
Birna og Alfred Petersen hava saman við stýrinum tikið stig til hetta nýggja tiltakið.
– Vit ynskja at bjóða øllum so hjartaliga vælkomin til Havnar og hjartaliga vælkomin til Meinigheitshúsið í Havn, sigur Alfred.
Hoyr samrøðu við stigtakaran, Alfred Petersen, og við Anniku O. Sørensen, sum júst er flutt heim til Føroyar saman við manni og dóttir eftir 6 ár í Keypmannahavn.