“Blaðið, sum kemur í hvørt hús”, fer undir sín 80. árgang

Eftir ársskiftið kann Sunnudagsblaðið seta á blaðhøvdið, at hetta er 80. árgangur, at blaðið kemur út. Tað var nevniliga í januar 1941, at “Sunnudagsblað” kom út á fyrsta sinni, góð tvey ár áðrenn fyrstu útgávuna av Trúboðanum.

Tey munnu vera fá, sum ikki hava havt Sunnudagsblaðið í hondini. Á flestu støðum um landið verður blaðið enn borið út, annaðhvørt av sjálvbodnum ella við postinum. Onkrastaðni verður blaðið lagt fram í kirkjuni ella missiónshúsinum, so fólk sjálv kunnu fáa sær blaðið. Harumframt liggur blaðið eisini frammi á sjúkrahúsum, ellisheimum, umborð á strandferðsluskipum og aðrastaðni.

Hetta eyðmjúka blað ger ikki stóran háva burturúr sær sjálvum, men sera mong seta stóran prís uppá at fáa tað. Tað kemur út aðruhvørja viku og hevur skjótt 79 ár á baki og kann fara undir sín 80. árgang.

Prestar í Suðuroy gingu undan

Fyrimyndin fyri Sunnudagsblaðnum var danska “Søndagsbladet”, sum kom út frá síðst í 19. øld. Tá donsku missiónsprestarnir í Suðuroy Bush og Moe komu til Føroya tíðliga í 20. øld, fingu teir hetta blaðið borið út í Hvalba, Vági og nøkrum øðrum bygdum í Suðuroy.

LES EISINI  Brot úr søguni um Sunnudagsblaðið

Men tá annar heimsbardagi brast á, kom stígur í. Thulesen var tá prestur í Vági, og hann gav fyrst eitt jólablað út. Ein av fyrstu mánaðunum í 1941 fór hann so undir at geva at geva “Sunnudagsblað” út, sum tað æt í fyrstuni.

Blaðstjórarnir fyrstu árini sótu stutt. Eftir Thulesen kom fyrst Johannes Follend, prestur, og síðani Klæmint Eliasen, trúboðari, og Ejvind Vilhelm, prestur og seinni varabiskupur.

Tá blaðið var tíggju ára gamalt, í 1951, fekk Johannes Andreas Næs ábyrgdina sum blaðstjóri, og hetta starv røkti hann heilt fram til 1978. Tá tók Karl N. Hansen yvir, og saman við konu síni Marnu legði hann blaðið til rættis heilt fram til fyrr í ár, tá hann andaðist. Sum Jónsvein Bech, prestur, tók til, tá Karl fór til gravar: “Sostatt gjørdist hetta blaðið í meira enn 40 ár plattformurin, hann brúkti saman við øðrum, sum lótu honum tilfar til blaðið, at bera gleðiboðskapin út um alt landið, og hevur tað verið til signingar og gleði fyri mong.”

LES EISINI  Endurnýggjaði myndina á SUNNUDAGSBLAÐNUM

Í mong ár hevur Effie Campbell verið við til at útvega tilfar til Sunnudagsblaðið, og fleiri aðrar eldsálir gera eisini sítt til, at blaðið bæði fær tilfar, verður prentað og borið út um landið. Fyri kortum boðaði leiðslan fyri Kirkjuligu Heimamissiónina frá, at hálvan mai næsta ár tekur Jørgen F. Andreasen við sum blaðstjóri. So blaðið er í góðum hondum hóast høga aldurin.

Eitt orð at hugsa um

Endamálið við Sunnudagsblaðnum er at bera fólki eitt gott orð. Sum Karl segði við Trúboðan í samrøðu stutt fyri jól í 2000:

– Ætlanin við blaðnum er, at fólk skulu fáa eitt orð at hugsa um. Okkurt stutt, sum tey hava tíð at lesa.

Tað er torført at gera upp, hvørja ávirkan Sunnudagsblaðið hevur havt hesi skjótt 80 árini, tað er komið út. Tí tað hevur talað og talar enn sín stilla boðskap nógvstaðni, har fólk sita, standa ella liggja fyri seg sjálv.

LES EISINI  Jørgen verður trúboðari millum túrar

Seinastu árini hevur eisini borið til at lesa blaðið á netinum, og leitast kann eftir bløðum aftur til 2013.

Fíggjarliga verður blaðið borið av sjálvbodnum gávum frá kirkjum, missiónshúsum og einstaklingum. Alt arbeiðið við blaðnum verður gjørt ókeypis, og gávurnar fara til at framleiða blaðið og partvís til at bera blaðið út við postinum.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina