Blái Krossur altjóða vitjan
Anna Babb, aðalskrivari hjá altjóða Bláa Krossi, vitjar komandi dagarnar í Føroyum. Hon talar og greiðir frá altjóða blákrossarbeiðinum á møti á Toftum leygarkvøldið og í Havn sunnukvøldið.
Leiðslurnar í blákrossfelagsskapunum í Norðurlondum koma saman einaferð um árið at tosa um felags viðurskifti. Hesaferð er fundurin í Havn 6. og 7. juni.
Í hesum sambandi er aðalskrivarin hjá altjóða Bláa Krossi, Anne Babb, eisini í Føroyum. Anne er úr Finnlandi og hevur verið aðalskrivari í altjóða Bláa Krossi síðstu fýra árini. Nú hon er í Føroyum, tekur hon eisini lut á tveimum møtum, nevniliga í missiónshúsinum á Toftum leygarkvøldið 4. juni klokkan 20.00, og sunnukvøldið 5. juni klokkan 18.00 í Meinigheitshúsinum í Havn. Hon fer í orðum og myndum at greiða frá tí víttfevnandi arbeiði, ið Blái Krossur ger úti í heimi. Tulkað verður til føroyskt.
Møtini eru almenn, og øll eru vælkomin, sigur Blái Krossur í tíðindaskrivi.