Blái Krossur Føroya havt aðalfund

Týskvøldið 6. oktobur hevði Blái Krossur Føroya aðalfund í Tabor á Toftum. Vanliga er fundurin í mars, men vegna korona varð hann útsettur. Byrjað var við sangi og síðani hevði Sverri Steinhólm formaður andakt. Hann segði millum annað, at tað er bara ein veruligur háttur at tæna Gudi uppá, tað er at tæna næstanum. Tað vit kallað “gudstænastur”, er meiri áfylling enn “guds-tænastur” tí sum sagt, er gudstænastan – at tæna næstanum. Tí kundi tað eisini kallast “næstatænasta” sum eisini er fólkaheilsuliga gagnlig og gevur innihald, meining í dagligdagin og leingir um lívið – sambært teimum kønu. Síðani tosaði hann um Jesusprofetiið frá Lukas 4,19.

Nøkur stór mál Sverri nevndi so nøkur av stóru málunum hjá Bláa Krossi (BK) í 2019. -Ein bygningur í Niels Finsensgøtu í Havn var keyptur til sølubúð og annað, samstundis sum bygningurin Tórsgøta/Kongagøta var seldur. Nú hevur Blákrossbúðin væl betri umstøður í Havn,samstundis sum annað virksemið kann gerast í stóra nýggja bygninginum. -Í Runavík varð ein bygningur keyptur, sum alt virksemi í økinum kundi samlast í. BK hevði fýra ymisk leigumál í Runavík, men eftir keypið er nú alt virksemi undir sama takið, umstøðurnar betri og fíggjarliga útreiðslan er minni enn áðrenn. -BK hevði vitjan frá BK í Kjad, eitt arbeiði, sum Føroya Landsstýrið eisini stuðlar. -Samstundis var aðalskrivarin í altjóða BK í Føroyum og kunnaði um arbeiðið og takkaði fyri stóra íkastið, sum BK í Føroyum letur til altjóða BK. -Landsinnsavnanin var tíverri ikki vegna korona. Farsóttin hevur eisini ávirkað mong av teimum sjálvbodnu í sølubúðunum, so búðirnar hava verið stongdar ávísar tíðir. -BK hevur fingið stuðul úr hjálparpakka frá Landsstýrinum, so tað hjálpir nakað. Til síðst takkaði Sverri teimum løntu starvsfólkunum og teimum mongu sjálvbodnu fyri sera gott og trúfast arbeiðið.

LES EISINI  Endurnýtsluhandilin hjá Bláa krossi letur upp í dag

Frágreiðing aðalskrivarans Aðalskrivarin, Dakko Petersen, byrjaði við at takka øllum, sum gera eitt gott arbeiði fyri BK og fyri avhaldssakina. Síðani nevndi hann, at tíverri er tørvurin fyri hjálp frá BK vaksandi. Partur av arbeiðinum hjá Bláa Krossi verður fíggjað av almennum pengum, meðan restin verður fíggjað av sjálvbodnum. Hann nevndi, at Bláksossheimið hevur væl útbúgvið fólk, sum eisini er neyðugt fyri at veita bestu hjálpina. BK hevur, sum er, seks sølubúðir og tann sjeynda er ávegis. Ein er á Tvøroyri, tvær í Vágum, ein í Havn, tvær í Runavík og í novenber er ætlanin at læta eina búð upp í Klaksvík, har “Dals Varehus” var. Í búðunum gera tey umleið 350 sjálvbodnu eitt megnar arbeiði, sum hevur stóran týdning fyri BK, ja, búðirnar høvdu ikki verið gjørligar uttan tey sjálvbodnu. Dakko nevndi eisini arbeiðið hjá Dat-ung, sum er flutt úr Kongagøtu og Umsorganarheimið í Lynggøtu, sum skal umskipast til eitt “Útslúsingarheim” har fólk kunnu búgvað, sum hava verið í viðgerð og skulu út aftur í samfelagið. Skjólið hevur ikki verið nógv opið og arbeitt verður við tí, samstundis sum arbeitt verður við at flyta andaktirnar til kjallaran í Niels Finsensgøtu. “Øll hava rætt til góð barnaár” stríðist við tann fyribyrgjandi partin, sum er sera týðandi. Satsast má meiri uppá fyribyrging og upplýsing frammyvir, tí tað kostar 13 ferðir meiri at viðgera ein, sum er

LES EISINI  Peruarar við bryggju í Hvalvík: Fegnir fyri bílig klæðir

fallin, enn at upplýsa og fyribyrgja at fólk gerast alkoholikarar. “Liv lívið” var á ymiskum tiltøkum í 2019, men hevur verið virkið á sosialu miðlunum í summar, tí nærum øll tiltøk vóru avlýst. “Ný-Ný” seymistovan er tíverri ikki komin í gongd vegna korona.

Spurningar og roknskapur Kristian Martin Petersen, sum leiddi aðalfundin, spurdi um tað vóru spurningar og onkur var. Síðani var granskoðaður roknskapur frá Spekt lagdur fram og var góðkendur. Yvirskot var, sum kom frá húsasøluni í Havn. Leiðslan væntar javnvág í roknskapin í ár, hóðast korona hevur órógvað.

So var val av landsnevndarlimum og allir tríggir, sum stóðu fyri vali, vóru afturvaldir. Eitt innkomið mál var á skrá. Landsnevndin fekk heimild at arbeiða víðari við málinum. Eftir tað endaði Dakko við bøn og sangurin: “Breið tínar náðiveingir” var sungin til seinast. Umleið 30 fólk vóru til aðalfundin.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina