Blái Krossur skal hava nýggjan aðalskrivara

Frants Jensen, ið hevur verið aðalskrivari hjá Bláa Krossi Føroya í skjótt fýra og eitt hálvt ár, hevur sagt seg úr starvi.

Frants heldur, at tað hevur verið ein heiður at verið við til at leitt ein kristnan, diakonalan hjálparfelagsskap.

– Hetta er eitt arbeiðspláss, sum gevur meining, og blákrossarbeiðið og blákrosssakin eru framvegis týðandi partar í føroyska samfelagnum og í altjóða høpi, sigur hann.

– Tá ið eg líti afturá, eri eg glaður um og stoltur av, at vit hava fingið nýtt Blákrossheim og tveir nýggjar handlar í hesum tíðarskeiðnum. Eg fegnist eisini um, at vit í dag hava ein dugnaligan starvsfólkahóp, og at blákrossarbeiðið verður nógv virt millum politikarar og embætisfólk. Tað er mín fatan, at blákrossarbeiðið hevur verið meira frammi í almenna rúminum og er vorðið kendari millum manna, sigur Frants.

– Uppgávurnar sum aðalskrivari eru sera nógvar og fjølbroyttar. Tað eru uppgávur, ið eg ikki nái at røkja á nøktandi hátt, og ger hetta, at eg meti, at nú er tíðin komin, at onkur annar skal sleppa at royna seg, sigur Frants.

– Vit takka Frants Jensen fyri tíðina í aðalskrivarastarvinum. Serliga hava vit verið glað fyri góðu miðlingina av okkara vælskipaða arbeiði. Tað gevur okkum betri møguleika at tæna fólki okkara. Vit fegnast eisini um, at Frants framhaldandi vil vera ein góður stuðul í Bláa Krossi, sigur landsnevnd Bláa Kross.

Landsnevndin hjá Bláa Krossi væntar, at lýst verður eftir nýggjum aðalskrivara fyrst í komandi ári.

Í uppsagnartíðini hevur Frants sáttmála við Bláa Kross fram til mars 2017. Hann hevur tó nakað av feriu og avspáking eftir og arbeiðir árið út.