Blái Krossur viðmælir Sýrutripp

Blái Krossur Føroya og Ráðið fyri Ferðslutrygd samstarva aftur í ár um eitt tiltak, har tey hava eitt uppskot til ársins leskiliga summardrykk uttan alkohol. Nýggi drykkurin smakkar av føroyskum summari og kann lættliga gerast við sýrum úr føroysku náttúruni – og drykkurin hevur tí fingið navnið Sýrutripp.

Lovisa Petersen Glerfoss frá Ráðnum fyri Ferðslutrygd greiðir frá, at endamálið við uppskriftini til drykkin uttan alkohol er, at finna aðrar møguleikar, sum man sum vertur kann bjóða teimum, sum skulu koyra gestirnar heim: – Um tú syrgir fyri leskiligum alternativum til tey, ið koyra bil, ert tú ein góður vinur og umhugsin vertur, sigur Lovisa Petersen Glerfoss, og heldur áfram: – Vit vilja tí heita á vertir at hugsa um rúsfrí alternativ til gestirnar, so at øll kunnu njóta hugnan og koma trygt heimaftur.

Lív Justinussen samskipari av Liv Lívið átakinum hjá Bláa Krossi Føroya vísir á, at summi drekka ikki rúsdrekka – tað kann vera vegna heilsu, tí tey eru við barn, tí tey eru sjaffør ella av øðrum orsøkum. Tí verður við hesum eggjað til at hava leskilig rúsfrí alternativ, so øll kunnu hugna sær til veistluna.

LES EISINI  Blái Krossur Føroya havt aðalfund

– Vit møta nógvum fólki, ið ynskja onnur rúsfrí alternativ enn sodavatn, tá onnur rundan um borðið sita við einum fínum kokkteyl, sigur Lív Justinussen. Vit vóna, at skeinkistøð, matstøð og veitsluvertir hugsa um tey mongu, sum ikki drekka alkohol – og at ung sum heild royna seg í at gera ein leskiligan rúsfrían drykk úr føroysku náttúruni.

Gutti Winther hevur gjørt ársins leskiliga rúsfría summardrykk, ið eitur Sýrutripp. Drykkurin er lættur at gera og inniheldur sýrur, ið finnast allastaðni í føroysku náttúruni, vatn, flormelis, lime, brúsvatn og ísterningar. Lív Justinussen heldur eisini, at hann smakkar sera væl, og er lættur at gera.

Hevur tú hug at royna teg heima við hús ella saman við vinunum? Trýst her fyri at síggja uppskriftina

 

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina