Bláikrosskaféin á Glyvrum(1)

Henda stutta lýsing av Blákrosskaféini verður gjørd í tveimum, har hesin fyrri parturin vísir, hvussu arbeiðið verður skipað, meðan annar partur, ið kemur komandi mánað fer at gera samrøður við fleiri av teimum, ið standa fyri kaféini í dag, har vit royna at fáa hugnaliga dámin fram.

Trúboðin vitjaði í gjár hugnaligu Blákross-kaféina á Heiðavegi 23 í Saltangará. Omanfyri dyrnar hekk eitt skelti við heitinum, Fagranes eftir fyrrverandi eigaran av hesum stóra bygningi, Tummas Fagranes, ið í dag hýsir tveir Blákross endurnýtsluhandlar og Blákrosskafé í kjallaranum. Blái Krossur keypti bygningin miðskeiðis í 2020 og nýtti síðan nógva orku og tíð at gera hann kláran til tað, hann skuldi nýtast til.

Aðalskrivarin hjá Bláa Krossi, Dakko(Petur Jákup Petersen, beyð vælkomin, tá eg trein innum í fjálga kjallarahølið á kaiøkinum í Saltangará, har fólk sótu spjatt uttaliga og heilt innast í langa hølinum. Dakko presenteraði seg og vildi fegin greiða eitt sindur frá tilgongdini, hvussu hetta alt kom í lag við kaféini.

Martin Olsen, sum nú er pensióneraður maskinmaður og nú stendur fyri tí dagliga arbeiðnum á Blákrosskaféini greiddi frá síni søgu og hvussu hann varð knýttur til hetta arbeiðið. Martin presenteraði meg eisini fyri fasta kafé-toyminum, ið eru við til at fáa alt at koyra. Hesi og teirra frágreiðing koma vit at hoyra nærri um í seinna parti.

Bygningurin, Blái Krossur nú húsast í á Heyðavegi 23 í Saltangará er 800 fermetrar til støddar og varð keyptur fyri 6 mió síðst í 2020 og síðani riggaður til og gjørdur klárur at taka í nýtslu síðst í 2020. Í staðin fyri sum áður at hava fleiri handlar og høli spjatt kring økið, so valdi Blái Krossur at fáa alt samlað í ein stóran bygning og soleiðis eisini fáa betur tamarhald á samlaðu útreiðslunum. Hóast Blái Krossur nú ráddu yvir fleiri fermetrum í hesum øki, so gjørdist útreiðslurnar kortini ikki størri.

Blái krossur hevur tilsamans 7- endurnýtsluhandlar kring landið, eitt Blákrossheim og umsorganardeild í Lýnggøtu í Havn og somuleiðis seymistovu, handil og annað á Niels Finsensgøtu í Havn.

Blái Krossur er grundað á kristnu virðini og høvuðsmálið er at fyribyrgja, ráðgeva og veita viðgerð til menniskju við rúsevnistrupulleikum.

Blákrosskaféin Fagranes fer nú í summarfrí næstu 4 vikurnar, so opið verður ikki aftur fyrr enn týsdag 16. august

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina