Boðini komu úr erva

-Einaferð, eg var til bjarga, kom eg gjølla at síggja Guds bjargandi hond. Vit vóru tveir, sum sótu í fleygingarsessum og fleygaðu. Triði maðurin var í bátinum, sum lá útfyri. Sum eg siti og fleygi, er tað, eins og onkur sigur við meg, at eg skuldi rópa á hin mannin um at fara oman til bátin. Eg gjørdi, sum hetta innskotið álegði mær. Hann hoyrdi rópið frá mær og fór til gongu. Hann hevði bert gingið eitt stutt petti frá fleygingarsessinum, tá eitt omanlop kemur úr erva og beint niður yvir sessin, har hann hevði sitið.

Tá mátti eg siga: ”Hvat er eitt menniskja, o, Gud, at tú kemur tað í huga. Her sendi tú ein himmalskan boðbera at varskógva okkum”.

Tað hevði verið tann vissi deyði hjá manninum, um hann varð sitandi. Vit fóru so niður í bátin, takkandi Harranum fyri undurfullu bjarging. Fongurin var 500 lundar”-.

Brot úr Kristiligt Ungmannablað.

Joen Magnus Eliasen, í Mikladali segði frá. (f.1890 d.1989)

LES EISINI  Aprílsøgan gjørdist ein stórur vitnisburður.
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina