Bókaframløga: Nú kemur bókin um Jóhan Olsen út
Nú kemur bókin um Sjómanstrúboðaran, Johan Olsen í Rituvík. Tað er dótturin Oda Johansdóttir, sum leggur framm í missiónshúsinum í Rituvík, hósdagin 7. desember 2023 kl. 17.00.
Øll eru hjartaliga vælkomin, eisini øll kring alt landið, ið kendu trúboðaran við einum armi.
Bókin kemur í handlarnar 7. desember, men í samband við bókaframløguna verður høvi at keypa hana til serprís. Eisini verður drekkamunnur og okkurt søtt at fáa.
Johan Olsen, sjómanstrúðboðari úr Rituvík, er best kendur fyri áhaldandi arbeiðið fyri sjónansheimið Ørkina í Íslandi. Hann var í starvi sum sjómanstrúboðari í 32 ár og skrivaði dagbók fra´1960, til hann legði árarnar inn í 2003.
Í bókini, sum dóttirin Oda hevur skrivað, eru samrøður við bygdarfólk og siðsøga úr heimbygdini. 20 ár eru liðin síðan Johan fór foldum frá. Hann hevði verið 100 ár, nú dreymurin um at fáa bókina út er veruleiki.
Innihaldið skiftir millum tankar, upplivingar og royndir hjá Johan, samfelagsspurningar og um broytingar frá fyrr til nú.