Bøkur um kvinnur til kvinnudagin

Altjóða kvinnudagur
Leygardagin 8. mars er altjóða kvinnudagur, og verður dagurin hildin í mongum londum kring heimin. Eisini í Føroyum verður skipað fyri tiltøkum í samband við kvinnustríðsdagin.

Á www.manna.fo, sum er nethandilin hjá Heimamissiónsforlagnum, finnast fleiri áhugaverdar bøkur um kvinnur, sum á hvør sín hátt eru spennandi og hugvekjandi at lesa um. Talan er bæði um skaldsøgur í ymiskum sjangrum, hugtakandi lívssøgur og gevandi yrkisbøkur á føroyskum og donskum. 

Tænandi kvinnur 
Ein av áhugaverdu bókunum, sum til ber at ogna sær, er bókin Tænandi kvinnur, sum sigur søguna um sjómanskvinnuringarnar í Føroyum. Torleif Johannesen hevur skrivað bókina, sum kom út í 2022. Bókin fagnar kvinnunum í teimum 70 sjómanskvinnuringunum, sum hava verið ryggurin í føroyskari sjómansmissión í útvið 100 ár.

Torleif Johannesen:
Hetta eru kvinnur, sum ikki hava rópt hart, ikki sett ljóskastaran á seg sjálvar, men sum í tí stilla hava tænt Gudi og sjófólkinum og mangan havt meiri “kraft enn orð.” 
Kvinnurnar hava borið og bera støðugt arbeiðið hjá Sjómansmissiónini við forbøn og fíggjarliga og hava lívgað sjófólkið við tíggjutúsundatals jólagávum síðani 1948.


Sjómanskvinnuringarnir hava stóran og mennandi týdning fyri kvinnurnar kristiliga og sosialt. Men eisini fyri sjófólkið eru teir til stóra signing.

Torbjørn Jacobsen, skipari, hugleiðir millum annað soleiðis í bókini:  
– Jólaaftan umborð. Góð máltíð, sálmasangur, jólaevangeliið og jólagávur. Ein gávan bar altíð av øllum, – hon frá konu í onkrum sjómanskvinnuringi í Føroyum. Tankin handan gávuna, og kenslan av flógva streinginum millum kviku fingrarnar og heitu lógvarnar, sum bundið høvdu, og okkum, sum hesa løtuna havbornir hildu hátíð langt burturi frá teimum, sum nú stákaðust inni við eld, heima á landi, lyfti løtuni upp í eina sferu, sum ongin sjómaður nakrantíð gloymir. Vit hava sjómanskvinnuringunum mikið fyri at takka. 

Í samband við altjóða kvinnudagin ber til at keypa bókina, Tænandi kvinnur, fyri serprís til og við 16. mars. Bókin hevur 360 síður við myndum av meiri enn 1000 kvinnum – sí meira og keyp bókina her.

Eisini hevur nethandilin savnað eitt tyssi av 25 bókum, sum snúgva seg um kvinnur, á fremstu síðu og harvið gjørt tað sera lætt at finna næstu bókina til hugnaligu lesiløturnar.

Talan er m.a. um skaldsøgur eftir Francine Rivers og Lynn Austin, lagnusøgur um stríð og forfylging og bøkur um samleika og um at vera kvinna skapt í Guds mynd. Sí allar bøkur um kvinnur á manna.fo.