Bøn á Tinghúsvøllinum

Eins og í 2015 verður aftur í ár skipað fyri bønartiltaki á Tinghúsvøllinum. Tiltakið verður komandi leygardag, 27 august, klokkan 13.00, og tað varir í ein góðan tíma. Eins og seinast er talan um eitt alment tiltak, har øll eru vælkomin at møta upp og biðja fyri okkara landi og fólki. 

Í tíðindaskrivi vísa fyrireikararnir til orðini í Fyrra Timoteusarbrævi 2,1-4: “Fyrst av øllum áminni eg tá um, at tað verða hildnar bønir, ákallanir, fyribønir, takkargerðir fyri øllum menniskjum, fyri kongum og øllum teimum, sum eru settir hátt, fyri at vit mega liva eitt stilt og friðarligt lív í øllum gudsótta og sóma. Hetta er gott og tekkiligt fyri frelsara okkara, Guði, sum vil, at øll menniskju skulu verða frelst og koma at kenna sannleikan.”

Skráin er sett upp soleiðis, at fyrst verður felagssangur. Sungnir verða sangir og sálmar, sum flestøll kenna. Síðan verður ein bønarskrá gingin ígjøgnum, har ymisk fólk biðja fyri politikarum, samfelagnum og til seinast Guds fólki.

Tey, ið fara at standa fyri bønunum, eru ymsastaðni úr landinum og úr ymiskum samkomum, bæði kvinnur og menn. Málið er eisini, at hvør einstakur, sum er til staðar, kann luttaka í bønini á sín egna hátt.

Løtan endar við, at tjóðsangurin verður sungin, og fyrireikararnir siga, at eins og seinast verður høvi at gera orðini í triðja ørindi til veruleika: “Eg nígi tí niður…”

Fyrireikararnir vóna at nógv taka hetta til sín og møta upp komandi leygardag kl. 13.00.