Bøn fyri okkara landi og fólki

Vit vita, hvønn týdning tað hevur at biðja, og Skriftin áminnir okkum staðiliga at biðja fyri øllum og myndugleikum okkara.

Paulus skrivar í 1. Timoteusarbrævi 2, 1-2:
– Fyrst av øllum áminni eg tá um, at tað verða hildnar bønir, ákallanir, fyribønir, takkargerðir fyri øllum menniskjum, fyri kongum og øllum teimum, sum eru settir hátt, fyri at vit mega liva eitt stilt og friðarligt lív í øllum gudsótta og sóma.

Hetta er ein áheitan til Guds fólk um at biðja inn í støðuna nú Korona-virusið herja og tí søtt, vit eru rakt av. Ætlanin er at savnast hvønn dag á netinum næstu 14 dagarnar at biðja fyri fólki okkara. Eitt uppskot er, at vit biðja kl. 20 hvørt kvøld. Gott, um vit kundu funnið saman í smáar bólkar upp til 10 persónar í hvørjum. Eitt annað hugskot er at fasta ein ella fleiri dagar.

Gud er hin sami, og hann er trúfastur, og hann lønar teimum, sum leita til hansara (Hebr 11,6)

Niðarfyri eru uppskot til hvørji bønarevnini kundu verið.
Viðløgd eru skriftstøð sum vísa á Guðs lyftir

  1. At vit biðja Guð um náði og fyrigeving, bæði fyri okkara syndir, men at vit eisini biðja um fyrigeving fyri, at fólk og land hava vent sær ímóti Guðs boðum m.a. vantrúgv, hugmóð, hjúnarbandslógin, hjúnarskilnaður, fosturtøkur.
  2. At vit biðja Guð um, at Hann má síggja í náði til okkum. Biðja um, at lyftini, sum standa í 2 Krýn 7, koma at henda, at Guð kemur at grøða okkara land og fólk í Jesus navni.
    Orðið sigur:
    2 Krýn 7,11-14: v11  Tá ið nú Sálomon var liðugur at byggja hús Guðs og kongshøllina, og alt, sum hann hevði havt í hyggju at gera við hús Guðs og høll sína, var væl úr hondum greitt, v12  tá birtist Harrin fyri Sálomoni á náttartíð og segði við hann: »Eg havi hoyrt bøn tína og havi útvalt mær henda stað til offurhús. v13  Tá ið eg lati himinin aftur, so at einki regn kemur, ella eg bjóði ongsprettum at eta upp landið, ella eg lati drepsótt ganga á fólk mítt, v14  og um fólk mítt, sum navn mítt er nevnt yvir, tá bønandi fellur á knæ og søkir ásjón mína og víkur frá vándu vegum sínum, tá vil eg bønhoyra tey á himni og fyrigeva syndir teirra og grøða land teirra.
  3. At vit biðja um veking, at lív kemur í allar sálirnar í Føroyum, eins og Ezekiel fekk at síggja, tá Guð bað hann profetera yvir tey uppturkaðu beinini.Í hesum døgum eru fólk bangin og stúrin og helst fara nógv fólk at søkja Guð. Tí er umráðandi, at vit biðja um, at Guð má opinbera fyri teimum, at Hann er teirra einasta vón, Hann er teirra tryggleiki og Hann – og lyfti Hansara standa føst, um alt annað ridlar. At vit biðja um, at fólk verða endurfødd og endurnýggjað í trúnni á Kristus. At tann tómi og religiøsi, ( mentunnar) kristindómurin doyr, og at Guð hellur út av sínum livandi Anda yvir allar kristnar kirkjur og samkomur. At vit koma at uppliva undur og tekin, tí at Harrin virkar við. At kirkjur og samkomur mugu vera vakin og klár at taka ímóti fólki, sum koma í syndaneyð.


    Orðið sigur:

    Ezekiel 37,1-10: v1  Hond Harrans kom yvir meg og førdi meg í andanum út og slepti mær í miðjum dalinum; hann var fullur av mannabeinum. v2  Og hann leiddi meg um tey allar vegir, og sí, har lógu tey í stórum rúgvum; tey vórðu upptornað. v3  Og hann segði við meg: Mansbarn! Man lív koma aftur í hesi beinini? Eg svaraði: Harri, drottin, tú veitst tað! v4  Tá segði hann við meg: Profetera yvir hesum beinunum og sig við tey: Tit upptornaðu bein, hoyrið orð Harrans! v5  So sigur Harrin, drottin, um hesi bein: Sí, eg lati anda koma í tykkum, so at tit verða livandi. v6  Eg leggi sinar um tykkum og lati hold vaksa á tykkum og dragi húð aftur yvir tykkum; og eg lati anda koma í tykkum, so at tit verða livandi, og tit skulu viðurkenna, at eg eri Harrin. v7  Eg gjørdi tá, sum mær var boðið; men meðan eg profeteraði, sí, tá hoyrdist tysan og brakan, og beinini tóku at nærkast hvørt aftur at øðrum. v8  Og eg sá, hvussu sinar vórðu lagdar um tey, hvussu holdið vaks fram, og hvussu húðin varð drigin aftur yvir; men andi var eingin í teimum. v9  Tá segði hann við meg: Tala við andan, profetera, tú mansbarn, og sig við andan: So sigur Harrin, drottin: Andi, kom úr hinum fýra ættunum og anda í hesar vignu menn, at teir mega livna við aftur! v10  Eg profeteraði nú, eins og mær var boðið; tá kom andin í teir, og teir livnaðu við og fóru á føtur, ovurstórur herur.

     

  4. At vit biðja fyri okkara myndugleikum: Løgmanni, landsstýrisfólkum og løgtingsfólkum. Fyri sjúkrahúsum og ellisheimum og sambýlum og røkt og veitingum, og fyri almannaverkinum og heilsuverkinum. Fyri løgregluni. At vit virða okkara yvirvøld. At Guð gevur teimum allan tann vísdóm, sum tey hava tørv fyri í hesum døgum.

    Orðið sigur:

    Rom 13,1: Hvør maður veri fyriskipaðum yvirvøldum lýðin; tí at ikki er nøkur yvirvøld til uttan frá Guði; men tær, sum til eru, eru skipaðar av Guði,

  5. At vit eisini biðja fyri Ísrael. Guð hevur álagt okkum at biðja og signa Guðs útvalda fólk, jødarnar. Evangeliið er komið til okkum frá teimum. Søgan vísir okkum, tá teir vendu um og eyðmýktu seg og bóðu Guð um hjálp, so svaraði Guð og bjargaði teimum. Okkum eru givin somu lyftir.

    Orðið sigur:

    1 Kong 8,52: Ja, gævi eygu tíni mega vera opin fyri bønligu ákallan tænara tíns og fólks tíns Ísraels, so at tú bønhoyrir teir í øllum, sum teir biðja teg um!

    2. Krýn 6,21: Og hoyr tú ta bønligu bøn, sum tænari tín og fólk títt Ísrael biðja, horvd móti hesum staði, ja, hoyr hana frá himni, bústaði tínum, og fyrigev tú, tá ið tú hoyrir.

    Sálmur 91 gevur okkum lyftir, at vit kunnu biðja Guð um, at sóttir ikki raka okkum (í okkara føri koronavirusið).

 

Minnast til at vit biðja í Jesu navni og í trúgv á Guds Son. Øll lyftini, sum vit eiga, eru knýtt til Jesu navn. Amen.