Bønarrúmið er opið

Bønarrúmið í Leguhúsinum er aftur opið hesa vikuna. Tað er opið frá klokkan 16:00 til klokkan 22:00 til og við hóskvøldið. Í bønarrúminum kanst tú hava eina stilla løtu saman við Gudi í bønarrúminum, og eisini er møguleiki fyri at fáa forbøn.

Bønarrúmið varð sett upp til Kvinnuting, sum var herfyri, og tað er opið næstu dagarnar, so onnur hava møguleika at vitja tað. Bønarrúmið er ein frírúm, har tú sleppur burtur úr resinum í gerandisdegnum.

Øll eru vælkomin at vitja bønarrúmið næstu dagarnar. Inngongd er niðanfyri Leguhúsið.