Bønin hjá Bijan

13 ára gamli, Bijan frá Iran setti seg herfyri í samband við persiska barna-TV-sýningina, Hashtag og segði, at hann fegin vildi geva lív sítt til Jesus. Her lutar hann við okkum sína søgu, ið endar við eini vakrari bøn.

Eg eri trettan ára gamal, og eg byrjaði at trúgva á Jesus fyri umleið 2 árum síðani. Foreldur míni hava verið kristin í seks ár. Tá eg var yngri helt eg tað vera ordiliga spennandi at hoyra tey biðja og av og á bað eg saman við teimum og segði “amen”. So hvørt sum eg hoyrdi meir og meir um Kristus, varð eg drigin at hansara persónligheit. Av tilvild datt eg fram á eina myndabók heima hjá ommu mínari, ið snúði seg um, hvussu Kristus livdi og tað, hann gjørdi. Eg tók hana og fór at lesa hana. Helt hana vera sera áhugaverda.

Eitt undurfult uppdagilsi
Eg hugdi at Jesus-filminum fleiri ferðir, og tá eg sá hann gera síni undur gjørdist eg sera bilsin! Ongin í allari víðu verð kundi gera slík undur – at grøða sjúk og vakja upp deyð til lívs aftur. Ongin kann gera slíkt, uttan so, at tað er ein sera dugnaligur lækni og ongin kann fyrigeva okkum syndir okkara.

Tað var, tá eg grundaði yvir hetta, at eg vaks í trúnni, at Kristus er hin einasti, ið kann frelsa og at bara hann kann fyrigeva okkum syndir okkara – tí vit hava øll syndað og halda á við at gera tað, men hann fór upp á krossin fyri okkara syndir. Hann doyði og vendi aftur til lívið, so at vit kunnu verða frelst. Hesum trúði eg.

Broyting hjartans
Í eina tíð helt eg meg kortini burturi frá Kristi, og eg nýtti mína fartelefon at hyggja at ymiskum, eg ikki átti at hugt at. Men tá eg játtaði allar mínar syndir fyri Kristi, broytti Harrin mítt hjarta, so at eg dugdi at síggja allar mínar syndir og eg angraði tær. Eg takki av hjartanum Harranum fyri, at hann hevur fyrigivið syndir mínar og syndirnar hjá familjuni.

Nú eri eg bara so glaður, tí hóast eg kanska ikki havi so nógvar lutir, so havi eg kortini Jesus.

Biðið fegin fyri einum nær skyldum familjulimi, ið sigur, at hann ikki hevur nakran átrúnað, og at hann ikki trýr upp á Gud. Hann sigur, at Gud bert er nakað, menniskju billa sær inn, men eg trúgvi á Jesus og vil fegin uppliva, at hann  eisini møtir Kristusi.
Kelda: SAT-7 UK. Norea Netmission

Bøn Bijans:
Harri, takk fyri tað lív, tú hevur givið familju míni og mær og takk fyri, at tú letur meg koma tær nær. Hjálp okkum til at liva við gleði, um vit so eru fátæk ella hava ov nógv. Eg eri so glaður, og eg takki tær fyri tað, tú hevur givið okkum. Hjálp okkum til at ganga saman við tær, bæði í svárum og eydnuríkum tíðum, í Jesu navni.

Harri, hjálp mær at játta syndir mínar. Tí vit synda øll; tað er bert sonur tín, Jesus Kristus, ið livdi uttan synd, men sum staðin fór upp á krossin, so at syndir okkara kundu verða fyrigivnar.

Eins og Harrin spurdi Pætur, um hann elskaði hann, so vil eg eisini fegin játta tríggjar ferðir, at eg elski teg, Jesus.
Í navni Jesu Kristi
Amen

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina