Børkop Højskole hevur enn nøkur tøk pláss eftir til 2025
Bíbliuskúlin hjá Indre Missions í Børkop er ein væl umtóktur skúli, har eisini fleiri føroyingar hava fingið nógvar og góðar upplivingar. Tað gongur so gott á skúlanum, at heystskeiðið nú er fult teknað. Men kortini er høvi til at skriva seg upp á bíðilistan og um skjótt verður borið at, ber eisini til at tryggja sær pláss í einum bólki í 2025.
Meðan heystflokkurin á Børkop Højskole er ein vanligur bíbliuskúli, so bjóðar várliðið 3 ymiskar breytir: Lovsangsskúlin, Passión og Global Discipleship Training (GDT). Síðstnevnda fevnir eisini um 10 vikurs starvsvenjing í Etiopia.
Meir kunning um tilboð skúlans er at finna á heimasíðu skúlans.
Lærarnir á Lovsongsbreytini hava gjørt teirra egnu podcastrøð, ið kann síggjast á eitt nú Spotify
Háskúlastipendium Ríkisfelagsskapsins
Føroyingar millum 18 og 25 ár hava møguleika at søkja um háskúlastipendium Ríkisfelagsskapsins, ið kann geva eitt tilskot upp á 14.000 kr. til eitt háskúlauppihald. Men eisini her snýr tað seg um at gera skjótt av, tí her er bert sett av ein avmarkað upphædd hvørt ár, og miðlarnir verða býttir út til tey fyrstu, ið søkja. Við øðrum orðum: tað kann gerast ein fíggjarligur vinningur at leggja ætlanir fyri einum háskúlauppihaldi í góðari tíð. Júst nú ber til at søkja um tilskot til uppihald á vári 2025 og frá 1.august verður opnað fyri at søkja um tilskot til heystið 2025. Tað gert tú við at tekna teg til háskúlan, áðrenn tú kanst søkja um tilskotið.
Les meira um Háskúlastipendium Rikisfelagsskapsins her.
Eingin føroyskur bíbliuskúli
Hesi seinnu árini hava rættiliga nógvir ungir føroyingar verið á bíbliuskúla uttanlands, serliga í Danmark og Noregi. Fleiri av hesum hugsa enn aftur á teirra háskúlatíð sum eina framúr tíð í fagrasta ungdómsins blóma, har tú í góðum og tryggum felagsskapi fekst møguleika til at leggja fast støði undir restina av lívinum. Av tí, at HM herfyri tíverri mátti sleppa ætlanum sínum at seta á stovn ein bíbliuskúla her í Nesvík, vóna vit, at nógv ung enn fara at nýta høvi at fara á eitt bíbliuskúlauppihald aðrastaðni, eitt nú á Børkop Højskole.