Brellbiti frá Sangfagnaðinum – nøkur atgongumerki eftir til fyrru konsertina í morgin

Tað er lív í Leguhúsinum í Nesvík, tí um vikuskiftið er árligi Sangfagnaðurin. Um 150 børn og juniorar eru á sanglegu, har tey venja eina røð av lívligum og innihaldsríkum sangum. Sangirnir fevna víða, og nakrir teirra eru skrivaðir til høvið.

Filsmbrotið er upptikið fyrr í dag.

Børnini ganga í 2.-7. flokki, og tey eru eru býtt upp í eitt barnakór (2.-4. flokk) og eitt juniorkór (5.-7. flokk), umframt at øll syngja við einum felags kóri. Umframt sangarar eru dugnaligir kórleiðarar, tónleikarar, leiðarar, kokkar og onnur hjálparfólk við í hesum stóra tiltaki.

Øll venjingin miðjar fram móti tveimum konsertum, sum verða í nýggju høllini í Nesvík í morgin, sunnudagin 20. oktober, klokkan 14.30 og 16.00. Útselt er til seinnu konsertina, men til fyrru konsertina eru nøkur pláss eftir. Atgongumerki á 50 krónur kunnu keypast her. Børn upp til 3 ár sleppa ókeypis, um tey sita hjá foreldrunum ella vaksnum.

Leggjast kann afturat, at høvi verður at hoyra nakrar av sangunum aftur til Simbahittið á Stórmøtunum í Høllini á Hálsi í Havn næsta sunnudag klokkan 15.

LES EISINI  Byggiplássið í Nesvík tikið niður
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina