Bróðurringurin á Havinum hevur stevnu
Tíðindaskriv:
Bróðurringurin á Havinum hevur sína árligu stevnu í missiónshúsinum Libanon í Sørvági leygardagin 4.og sunnudagin 5. septembur 2021 við hesi dagsskrá:
Leygardagin 4. sept. kl.15:00: Limafundur við dagsskrá sambært lóg felagsins. Alexia Hentze, Sørvágur innleiðir.
Kl.18:00. Bønarmøti.
Kl.19:00. Alment møti har Ásbjørn Jacobsen, Leirvík talar og Jacob Johan Mýri, Klaksvík endar. Mannskórið í THABOR í Fuglafirði luttekur við spæli og sangi.
Sunnudagin 5. sept. Kl.11:00 Guðstænasta í Sørvágs kirkju har Inga Poulsen Dam, sóknarprestur, prætikar.
Kl.17:00 Alment møti har Sverri Steinhólm, Tórshavn talar. Lýggjas Blábjørg endar. Vágakórið syngur.
Á stevnuni verður møguleiki fyri at tekna seg sum lim í Bróðurringinum á Havinum.
Tann, ið ynskir at gerast limur er vælkomin til limafundin leygardagin kl.15.
v/ Stýrið fyri Bróðurringin á Havinum.