Brot úr missiónssøguni í Rituvík

Í sambandi við at rituvíkingar 2.-3. november hátíðarhildu, at missiónsarbeiðið í bygdini hevur 100 ár á baki, helt Petur Hansen, fornfrøðingur, ein áhugaverdan fyrilestur við heitinum “Brot úr missiónssøguni í Rituvík”.

Fyrilesturin byggir á bæði skrivligar og munnligar keldur. Hann nemur eitt nú við kvinnurnar, ið stovnaðu arbeiðið og í fyrstuni máttu fjala seg uttanfyri bøgarðarnar, tá tær komu saman. Eisini kemur hann inn á tað serliga fyribrigdið i Rituvík, at missiónshús kom áðrenn kirkju og slóðaði fyri at fáa kirkju.

”Trúgvin kann ongantíð verða okkara privata ogn. Trúgvin má verða borin víðari, og tað kunna bert heit hjørtu. Ein eldur, ið verður innibyrgdur, kódnar. Trúgvin má verða borin út, annars doyr hon. Tað stóra fráfallið er, at trúgvin ikki fekk loyvi at bera varman út til onnur.”

Hesi orð bar Jóhan Weihe, ið var formaður fyri Kirkjuligu Heimamissiónina, millum annað fram á 50 ára vígsludegnum hjá missiónshúsinum í Rituvík. Hesin varmin – ella Guds orð – var borin til Rituvíkar fyri 100 árum síðani. Ongantíð síðan hevur hann verið innibyrgdur. Tí sita vit nú saman fyri at hátíðarhalda, at í ár eru 100 ár liðin, síðan missiónsarbeiðið av fyrstan tíð varð tikið upp av lokalum kreftum.

Ungar kvinnur gingu undan

Tað kann hugsast, at Perlina Højgaard hevur havt hesar somu tankar í huga, tá hon valdi at koma aftur til heimbygd sína fyri at boða gleðiboðskapin fyri bygdarfólkinum. Óvist er fyri mær, nær og hvar Perlina Højgaard fyri fyrstu ferð tók ímóti Gudi, men hetta hevur verið í vekingartíðini, sum var í Føroyum beint áðrenn 1920’ini. Kanska onkur úr familju hennara veit, hvar hon var og tænti, áðrenn hon kom aftur til Rituvíkar.

Fyrstu niðursetufólkini fluttu til Rituvíkar 24 desember í 1873. Fram til 1919 fóru bygdarfólkini trúføst av bygdini í kirkju á Nesi. Fyrstu ferð vit vita um, at møti vórðu hildin í Rituvík, var umleið í 1912-1913 av Nes prestinum Absalon Joensen. Hesum sigur Nicolina á Barnaheiminum frá í bókini “Men Gud greb ind”. Tað skuldi tó vísa seg at ganga nøkur ár afturat, áðrenn tað kristiliga lokalarbeiðið skuldi taka seg upp í Rituvík.

Í 1919 kom Perlina Højgaard aftur til Rituvíkar. Hon fylgdist við einum “indremissionæri”. Lítið er at finna um henda mann, og tí er óvist at siga, hvør og hvaðan hann var. (Møguliga hevur tað verið Alfred Petersen, ið gjørdist trúboðari júst hetta sama ár, í 1919). Hesi bæði fóru síðan undir at hava eina røð av møtum í bygdini.

Lítið ítøkiligt er at finna um hesi møti. Tó vita vit, at orðið festi rót í hjørtunum hjá nøkrum ungum kvinnum.

Tær skulu her verða nevndar við navni fyri sín stóra heiður og trúfesti í kallinum fyri Guds orð. Tær eru áðurnevnda Perlina Højgaard, Olga Lamhauge, Elsa (á Tippinum) Højgaard, Petra Højgaard, Sofie Højgaard, Kristina (Stina) Højgaard og Nicoline Højgaard. Av hesum var tað bara Stina, sum ikki giftist av bygdini.

Tá flest allar av hesum megnar kvinnum, ið høvdu plantað fyrstu sáðkornini í hjørtunum á bygdarfólkum, vóru fluttar av bygdini, vóru tað fleiri mannfólk, ið loftaðu kallinum og førdu missiónsarbeiðið víðari. Hesir vóru millum annað Dánjal Peter Højgaard (Gamli Petur), Jógvan Højgaard, Petur Højgaard (Petur Gubbi), Hanus Højgaard og Petur Jacob Petersen. Tað hava sjálvandi verið fleiri við teimum, ið hava varða av arbeiðinum, men hesi eru ikki niðurskrivað í nøkrum tilfari, eg eri komin fram á.

Bóðu í loyndum uttanfyri bøgarðarnar

Sum við flestu samfelagsligum broytinum, er altíð ein ávís mótstøða. Nicolina á Barnaheiminum hevur nakrar áhugaverdar hugleiðingar um ta fyrstu tíðina, aftaná at tær vinkonurnar vóru komnar til trúgv. Hon fortelur, at flestu bygdarfólkini vóru ikki serliga glað fyri, at hesar ungu gentur vóru byrjaðar at lesa so nógv í Bíbliuni og halda møtir; tey søgdu, at tað gekk útyvir “gerandisdagin”.

Tey hildu, at tær órógvaðu alla bygdina; tær gingu og órógvaðu fólk við heilagum práti.

Genturnar fingu loyvi frá táverandi kommunuformanninum Símuni á Torkilsheyggi at brúka gamla skúlan til møtir, tó bert ein tíma um vikuna. Nicolina nevnir, at mótstøðan frá bygdarfólkinum vaks alsamt, og hon batnaði ikki, fyrr enn ein pápabeiggi Nicolinu varð umvendur og lat hús síni upp fyri teimum trúgvandi/umvendu í bygdini. Hesar gentur vóru arbeiðssamar og ágrýtnar, ongin ivi um tað. Tó hildu tær, at arbeiðið at umvenda fólk gekk ov striltið. Tá fóru tær undir at hava biðimøti hvørt leygarkvøld klokkan 23. Biðimøtini fóru fram í loyndum uttan fyri bøgarðarnar, soleiðis at fólk ikki skuldu fáa frænir av hesum.

LES EISINI  Basarur

Vend kemur í, og missiónsarbeiðið slóðar fyri kirkjugongd

Nicolina er ikki so neyv við dagfestingum og árstølum, og tí er torført at siga, hvussu langa tíð tað tók, áðrenn bygdarfólkini blivu meira móttakilig fyri tí læru, tær vildu boða.

Einaferð kom tó vend í, og missiónsarbeiðið byrjaði at taka dik á seg. Sum sagt fóru tey undir møtir beinanvegin, sunnudagskúlin byrjaði stutt eftir og kirkjugongd fylgdi eisini skjótt aftaná; nær er mær tó óvist enn. Absalon Joensen, prestur á Nesi, hjálpti rituvíkingum við at fáa í lag kirkjugongd í gamla skúla. Kirkjugongdin var skipað sum lestur á miðdegi.

Missiónsvikan fastur táttur

Missiónsvikan hevur verið fastur táttur í bygdini í nógv ár. Fyrsta missiónsvikan var í 1924, Pastor Nielsen var fyrsti talari; hann talaði út frá Ápostlasøguni 16,9-15.

Tað var eisini ein missiónsvika í 1934, sum var upprunin til fyrstu stóru vekingina í bygdini. Henda missiónsvika vardi í smáar tvær vikur, 13 dagar tilsamans.

Nógv komu til trúgv á hesum møtum. Eitt nú kann Oliver Andreassen verða tikin fram; hann hevur verið ein klettur innan Guds arbeiði. Oliver tænti sum deknur og sat 40 ár sum stýrislimur í missiónshúsinum, av teimum nógv ár sum kassameistari. Eisini hevði hann í mong ár, áðrenn oljufýr kom í húsið, ábyrgdina at kynda í, so missiónshúsið var heitt og fjálgt, tá tiltøk skuldu vera.

Skúlin ov lítil, byggja missiónshús

At so nógv komu til trúgv og fingu kveikt hugin at hoyra Guds orð, hevur havt stóran týdning fyri eina lítla bygd sum Rituvík. Gamli skúlin vísti seg at vera ov lítil til flesu møtini í 1934. Eg eri komin fram á nógv keldutilfar, ið greiðir frá, at upprunnin til missiónshúsið komst av teirri veking, ið var á missiónsvikuni í 1934, og at tað gjørdi gamla skúla ov lítlan. Hetta er tó ikki heilt rætt! Bygdarfólkini vóru longu fyri missiónsvikuna farin at hugsa um at byggja eitt missiónshús. Eg eri dottin niður á eitt skjal, dagfest 18. desember í 1933. Har stendur, at F. M. Hammer og Dánjal Petur Højgaard hava mátað upp eitt grundstykki; ætlanin er at keypa hetta grundstykki og byggja eitt missiónshús. Tó kann hugsast, at vekingin í 1934 hevur skumpað undir hesar ætlanir. Tí 31. januar 1935 vígdi pastor Buhl nýggja missiónshúsið í Rituvík. Vitnisburðar vórðu eisini bornir fram av Nicolinu á Barnaheiminum og Hanusi Højgaard. Alfred Petersen, missionærur, endaði møtið. (Vent verður aftur til upprunan til missiónshúsið seinni.)

Síðani missiónshúsið varð tikið í nýtslu, hevur størsti parturin, saman við kirkjuni, av missiónsarbeiðinum gingið fyri seg har. Gamla missiónshúsið stóð uppi frá 1935 til 2017. Nú tað er tikið niður, munnu vit vera mong, ið minnast aftur á nógvar góðar og fjálgar løtur í hesum gudshúsi mitt í bygdini. Mangt virksemi hevur verið í húsunum øll hesi árini.

Fjølbroytt virksemi

Sunnudagsskúlin

Sambært skriftligum keldum, sum hava sín uppruna í munnligum frásøgnum, byrjaði sunnudagsskúlin í Rituvík í 1919 og hevur hildið fram til dagin í dag. Hetta ger sunnudagsskúlaarbeiðið í Rituvík til tað næstelsta í Eysturoynni og tað tólvtelsta í landinum. Ongar upplýsingar finnast um tíggju tey fyrstu árini av arbeiðnum, men upp gjøgnum øll 1930’árini gingu umleið 50 børn í sunnudagskúla og fimm lærarar undirvístu.

Undirtøkan í sunnudagsskúlanum um aldarskiftið minti nógv um tað í 1930’árunum, um eini 40-50 børn komu vikuliga í sunnudagsskúla.

Leisturin øll árini hevur stórt sæð verið tann sami. Byrjað varð við bøn, síðani var bíbliutekstur, barnasøga varð lisin, og endað varð við at læra eitt bíbliuvers. Onkuntíð komu onnur tiltøk fyri, eitt nú spurnarkapping. Sjálvandi varð nógv sungið.

Bæði á møti og í sunnudagsskúla varð sungið á donskum tey fyrstu árini, úr sangbókunum Indre Missions Sangbog og Børnenes sangbog.

Sunnudagsskúlasangbókin kom út í 1959, og síðan tá hevur verið sungið á føroyskum. Skipað verður eisini fyri øðrum tiltøkum fyri børnini í bygdini, eitt nú árligar sunnudagskúlaútferðir og jólafestir.

Sjómanskvinnuringurin

Sjómanskvinnuringurin byrjaði á vári í 1954 og hevur hildið fram til dagin í dag. Eitt sindur kann sigast um, nær sjómanskvinnuringurin kom saman. Vit vita, at í 1984 komu kvinnurnar saman annan og triðja týsdag í hvørjum mánaði. Nú, í 2019, koma tær saman 14. hvønn dag týskvøld.

Streingjakórið

Streingjakórið stovnaðu hjúnini Johan og Amy Olsen, aftaná at tey vóru komin aftur av bíbliuskúla í 1958. Kórið hevur viðhvørt ligið stilt, men hevur tó ongantíð verið heilt deytt. Upp gjøgnum tíðina hevur tað verið tikið upp aftur í nógvum ymiskum útgávum. Til dømis sum siðbundið streingjakór, ungdómskór og so í tí hami, tað er nú, sum manskór.

LES EISINI  Jens Pétursson 100 ár

Bíbliutímin

Bíbliutími hevur verið hvørt mikukvøld, síðan missiónin byrjaði, sambært Oliver Andreasen, Esmar Lamhauge og Hansy Højgaard. Nú 100 ár eru liðin, síðan missiónin byrjaði, stendur hetta tiltak við enn.

Fríggjakvøldsmøti

Í samrøðu við Indre Missions Tidende í 1984 nevna Oliver, Esmar og Hansy, at fríggjakvøldsmøti vóru hvørt fríggjakvøld fyrr, men tá, í 1984, var húsmøti eitt fríggjakvøld um mánaðin. Nú er onki møti fríggjakvøld.

Sudan-ringur og barnaringur

Sudan-ringurin kom saman fyrsta týsdag í mánaðinum. Umleið 15 kvinnur komu saman í 1984. Nú eru umleið 5-6 ár, síðan Sudan-ringurin gavst.

Sudan-barnaringurin byrjaði fyrst í 1980’árunum. Eftir eina tíð datt Sudan-parturin burtur úr arbeiðinum, og hann helt einans fram sum barnaringur í nøkur ár. Barnaringurin gavst umleið í 2005. Sudan-barnaringurin kom saman annanhvønn týsdag, og í 1984 vóru um 35 børn. Sudan-barnaringurin gjørdi lutir til basar til frama fyri Sudan-missiónina. Soleiðis sum eg sjálvur minnist barnaringin, gjørdu vit einamest lutir, sum børnini kundu taka við heim.

Barnakórið

Barnakórið byrjaði í 1983; mær er ikki greitt, hvussu leingi hetta arbeiði stóð við. Nú koma børnini í bygdini bara saman undan jólum fyri at framføra.

Ungdómsmøti

Tað var Jóhan Olsen, sum byrjaði at samla ungdómin, tá nýggi skúlin var bygdur í Rituvík.

Í 1972 varð avgjørt at fara undir at innrætta kjallaran í missiónshúsinum og at gera køk, og tá broyttust umstøðurnar til ungdómsarbeiði munandi.

Ungdómsarbeiðið hevur verið skipað við regluligum umgdómsmøtum síðan 1978 og hevur hildið á síðan tá, tó við ymiskum leistum. Til dømis kann nevnast, at í 1984 var ungdómsmøti eina ferð um mánaðin. Tá eg byrjaði at ganga á ungdómsmøti í 2006-2007, vórðu ungdómsmøti hildin annanhvønn leygardag. Og fyri nøkrum árum síðan fóru vit undir at hava ungdómsmøti annanhvønn leygardag og opið hús hinar leygardagarnar.

Juniorarbeiði

Í 2001 fóru tríggjar ungar gentur undir juniorarbeiði í bygdini. Juniormøtini eru einaferð um vikuna. Tær, ið byrjaðu juniorarbeiðið, vóru Etly Nord Højgaard, Anja Holm og Beinta Atladóttir.

Festir

Ymiskar festir eru eisini í missiónshúsinum gjøgnum árið, eitt nú tær báðar jólafestirnar, fyri børn og fyri vaksin. Tofta og Rituvíkar Blákrossfelag hevur eisini fest annaðhvørt ár í missiónshúsinum.

Upprunin til missiónshúsið

Og so eitt sindur um upprunan til missiónshúsið.

Sum nevnt áður vóru rituvíkingar áðrenn missiónsvikuna í 1934 farnir at hugsa um at byggja eitt missiónshús. Fyrsta skjalfesta prógv um hetta er av einum skjali dagfest tann 18. desember 1933. Í skjalinum stendur, at eitt øki av leigutrøðni hjá einkjuni Elkin Olsen er mátað upp til grundstykki. Fyri uppmátingini stóðu F. M. Hammer og Dánjal Petur Højgaard. Grundstykkið bleiv mátað til 313,50 fermetrar, og mettu teir báðir, at jørðin hevði eitt virði áljóðandi 30 oyru fyri fermeturin. Hetta gevur tilsamans 94,05 krónur.

Grundstykkið varð at enda keypt fyri 95 krónur og 65 oyru.

Síðan missiónshúsið varð bygt, bleiv arbeiðið skipað í tryggari karmar við nevnd og viðtøkum, sum Indre Missión hevði gjørt fyri missionshús. Fyrsta stýrið varð skipað, og eftir fundarbókini hevur mongu fyrstu árini bara verið ein fundur um árið í stýrinum, har nevndin varð vald og roknskapurin góðkendur. Í fyrstu nevndini, sum stóð fyri at byggja missiónshúsið, vóru:

Petur Jacob Petersen

Símun Højgaard

Dánjal Petur Højgaard

20. januar í 1935 savnast bygdarfólki til at velja stýrið fyri missiónshúsið. Hesir vórðu valdir í stýrið:

Hans Højgaard

Dánial Petur Højgaard

Justinus Jul Petersen

Dánjal Petur Højgaard, yngri

Símun Højgaard

Christian Marius Højgaard

Petur Jacob Petersen

Dánjal Petur Højgaard, yngri, varð valdur til formann og Petur Jacob til næstformann.

Síðani tá hava nógv góð og dugnalig fólk sitið í stýrinum fyri missiónshúsið, ov nógv til at tey kunna verða tikin fram her. Men tey skulu øll hava eina stóra tøkk fyri tað megnar arbeiði, tey hava gjørt fyri bygdina.

Ætlanir um útbygging og nýbygging

Nú vit skjótt fáa eitt nýtt missiónshús í bygdina, er áhugavert at hyggja aftur um bak og leita fram, hvørjar tankar fyrrverandi stýri hava havt um nýbyggingar, útbyggingar og umvælingar av missiónshúsinum. El varð lagt í húsið í 1955, og oljufýring kom í húsið í 1969.

Umstøðurnar við missiónshúsinum og útbygging eru sambært fundarbókini fyrstu ferð umrødd í 1978, men verður málið lagt til síðis. Í 1982 verður málið tikið uppaftur, og er tá talan um at leingja húsið við 5 metrum. Tað tykist, sum at meira ikki er gjørt við málið tá, og í 1985 varð húsið umvælt innan. Í 1988 kemur spurningurin um uppíbygging uppaftur. Tá verður samtykt at fara undir at keypa afturat verandi grundstykki, og tá verður økið, sum nýtt hevur verðið til parkeringsøki, keypt uppí ognina hjá missiónshúsinum. Síðan aldarskiftið eru umvælingar aftur gjørdar innan í bygninginum. Við ársenda 2017 verður gamla missiónshúsið tikið niður, og farið verður undir fyrireikingarnar til nýtt missiónshús á sama stað. Byggiætlanin er seinkað nakað, men nú verður roknað við, at byggingin av álvara byrjar fyri jól.

LES EISINI  Missiónsarbeiðið í Rituvík 100 ár: Nógv at hátíðarhalda

Upprunin til kirkjuna

Rituvík man vera ein av heilt fáum bygdum í Føroyum – um ikki tann einasta – har missiónshúsið er komið fyrst og kirkja síðani bygd.

Heimamissiónin hevur síðan byrjan í 1919 staðið sterk í bygdini. Men heimamissiónin hevur altíð sæð seg sum eina kirkjuliga vekingarrørslu, og eisini í Rituvík kom ynski fram um at fáa kirkju bygda, har dópur og altargongd kundu fara fram. Tað er higartil ikki siðvenja í Føroyum, í mun til eitt nú Danmark, at altargongd verður hildin í missiónshúsum.

Kirkjan í Rituvík varð vígd í 1955. Áðrenn hetta kundi lata seg gera, mátti peningur sjálvandi fáast til vega. Tíðirnar í Føroyum vóru ringar um tað mundið, tá kirkjan varð bygd, men tað hevði hægstu raðfesting hjá bygdarfólkinum at fáa eina kirkju, og hetta lat seg eisini gera. Ein landsinnsavnan til frama fyri kirkju í Rituvík var í 1950 í tíðarskeiðinum 1.–15. februar. Tað vóru fyrst og fremst kvinnurnar í bygdini, ið stóðu fyri innsavningini, meðan menninir stóðu fyri at byggja kirkjuna.

Vekingar

Størri vekingar hava eisini verið í Rituvík upp gjøgnum tíðina; fyrsta stóra vekingin var á tí longu missiónsvikuni í 1934, og møtini vóru bæði nógv í tali og long. Stutt eftir var næsta vekingin. Á missiónsvikuni í 1940 nam Gud aftur við nógv hjørtu, eitt nú við hjartað á Nigga Højgaard, ið kom til persónliga trúgv.

Aftur her vóru møtini long, ofta einar tríggjar-fýra tímar, og eftir møtini fór møtifólkið út í eitt av húsunum at lovsyngja og biðja víðari.

Til stuttleika kann nevnast, at tað eina kvøldið vóru 76 vitnisburðar. Tann triðja vekingin var í 1959. Her vóru tað serliga nógv ung, sum komu til trúgv. Einasta kelda, eg havi funnið, um hesa veking er ein grein, skrivað í Trúboðanum av Nigga Højgaard. Hann var ikki sjálvur heima um hetta mundið, og tí eru detaljurnar fáar. Mitt í 1970’árunum var eisini ein veking; her vóru tað serliga streingjakórini, ið settu sín dám á.

Trúboðarar úr Rituvík

Ígjøgnum hesi 100 árini, ið missiónin hevur virkað í Rituvík, hava fleiri úr Rituvík virkað í tænastu í missiónsarbeiðinum. Í ár eru liðin 50 ár, síðan Kaja Lamhauge (nú Babba) varð send út av Sudan-missiónini. Kaja fortelur í bókini Hon fór út, at hugurin at gerast trúboðari byrtist longu sum heilt ung, bert um 10 ára aldur. Veitsludagur var í Rituvík tann 5. oktober í 1969. Hetta var dagurin, Kaja sum 23 ára gomul varð send út at tæna sum trúboðari í Nigeria.

Jóhan Olsen var sjómanstrúboðari frá 1960-1992. Jóhan og konan Amy vóru í mong ár á hvørjum ári í Íslandi. Ísland stóð frammarlaga hjá Jóhan, og stóð hann fyri at fáa Sjómansheimið Ørkina bygda. Eisini vóru hjúnini ofta í Hetlandi, Skotlandi og í kendu fiskivinnubýunum í Onglandi, Hull og Grimsby. Jóhan virkaði eisini sum sjómanstrúboðari í Føroyum.

Hjúnini Hans Pauli og Maria Højgaard vóru í Hetlandi frá 1981-1985, har Hans Pauli tænti sum sjómansprestur fyri norsku sjómansmissiónina. Tá tey koma heim aftur, vórðu tey fyristøðufólk á Runavíkar Sjómansheimi fram til 1998.

Endi

Eg vil enda henda fyrilesturin við orðum, ið fyrst vórðu prentað í Trúboðanum í 1944. Tey vóru ein heilsan til rituvíkingar á 25 ára degnum hjá sunnudagskúlanum. Hóast teksturin er 75 ára gamal, passar hann líka væl enn:

“Vit ynskja til lukku og biðja, at Gud má styrkja og menna øll tey, ið standa í hesum arbeiði, ið hevur ómetaligan týdning og ikki minst í eini tíð, tá ið kanska bæði heimini og skúlarnir fara heldur lætt um kristindómslæruna.”

 

Petur Hansen, fornfrøðingur

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina