Nýggja missiónshúsið í Rituvík innilokað í summar

Í Rituvík er gongd komin á at byggja nýtt missiónshús. Tað kemur ístaðin fyri tað gamla frá 1935. – Vónandi kunnu vit taka niðaru hæddina í nýtslu næsta ár, men tað veldst um, hvussu gongur, sigur Hjalmar Hansen, stýrisformaður.

Hóast missiónsarbeiðið í Rituvík hevur meira enn 100 ár á baki, hevur arbeiðið seinastu gott tvey árini hildið til í Frítíðarskúlanum við Stórá. Hetta tí at gamla missiónshúsið frá 1935 varð tikið niður í 2017.

Avgerðin byggir á fleiri ára umhugsan

Hjalmar Hansen, formaður í stýrinum fyri missiónshúsið, sigur, at tey í fleiri ár viðgjørdu, um gamla húsið skuldi umvælast og byggjast út, men at tey at enda samdust um, at betri er at byggja nýtt:

– Tá vit fóru at kanna gamla húsið nærri, kravdust nógvar ábøtur.

Tað gjørdist eisini greitt, at um vit bæði umvældu og bygdu út, høvdu vit kortini ikki fingið eina nøktandi loysn.

Tí gjørdu vit av at fara undir tað stóra stigið at byggja nýtt missiónshús, sigur stýrisformaðurin.

Hjalmar greiðir frá, at gamla húsið var nærum ikki bjálvað. Tá nógv regn var, setti vatn inn í kjallaranum, lekar vóru á takinum, og vindeyguni vóru stak vánalig. Til vanlig tiltøk var salurin í erva nóg stórur, men salurin í kjallaranum var mangan alt ov lítil, tí einans 60 fólk sluppu til borðs í senn. Tað bar heldur ikki til at hava meira enn eitt tiltak í senn í húsinum, tí tað hoyrdst so væl ímillum. Var eitt nú barnaansing í neðra, hoyrdist tað væl uppiá. Atkomuviðurskifti, vesihentleikar og goymslupláss vóru heldur ikki nøktandi.

Gamla missiónshúsið varð tikið niður í desember í 2017

Eitt hús til nútíðar tørv

– Tá gjørt varð av at byggja út, hevði tað serliga týdning fyri okkum at fáa ein sal, har munandi fleiri kunnu sita til borð, at tað ber til at hava fleiri tiltøk í húsinum í senn, og at atkomuviðurskifti og aðrir hentleikar, ið krevjast nú á døgum, eru væl betri, greiðir Hjalmar frá.

LES EISINI  Basarur

Hann leggur afturat, at tey fegin vilja hava betongdekk milum hæddirnar, og at kjallarin ikki verður merktur av berandi stólpum. Hetta ger byggingina dýrari, men gevur eisini munandi betri høli. Lyfta verður í nýggja húsinum, so rørslutarnað fólk og onnur ómakaleyst kunnu flyta seg millum hæddirnar.

– Upprunaliga var ætlanin at byggja alt húsið við betongelementum, men henda ætlan varð broytt seinasta heyst. Grundin verður stoypt, betongelement við gólvhita verða millum hæddirnar, og ovara hædd verður úr timbri. Alt verður bygt sambært nýggjastu byggikrøvum, og tað verður jarðhiti, so talan verður um ógvuliga orkuvinarlig hús – eitt grønt missiónshús, sigur Hjalmar við einum brosi.

Gamla húsið var í tveimum hæddum, sum tilsamans taldu 192 fermetrar. Nýggja húsið verður eisini í tveimum hæddum, men meira enn dupult so stórt, tí hvør hædd verður 200 fermetrar. Í kjallaranum verður ”multisalur”, 104 fermetrar til støddar. Eitt nú kunnu 120 sleppa til borðs. Harumframt er køkur, uppvaskirúm, goymsla, tvey vesi og tøknirúm í neðra. Í erva verður ein salur, 110 fermetrar til støddar, ein stova, ið eitt nú kann brúkast til fundarvirksemi, barnaansing, bønarmøtir og annað, goymslurúm og eitt vesi.

Nýggja missiónshúsið er teknað til tann tørv, sum eitt nútíðar missiónshús hevur

Ferð komin á byggingina

Ein bygginevnd stendur á odda fyri byggingini. Í henni eru Jóhan Henrik Olsen, Helgi Olsen, Thomas Kjelnes og Hjalmar Hansen. Nýggja húsið verður bygt á sama grundstykki, sum tað gamla stóð á. Síðsta møti í gamla húsinum var 20. august í 2017, og húsið varð tikið niður seinni sama ár. Í august árið eftir varð jørðarbeiðið og byggibúningin liðug. Tí arbeiðnum stóð Ronni L. Olsen fyri.

LES EISINI  Missiónshúsið í Rituvík verður tikið í nýtslu í dag

– Meiningin var so, at byggiarbeiðið skuldi í gongd beinan vegin, men av ymiskum grundum varð hetta seinkað. Fundamentið varð stoypt í desember 2018, og so kom steðgur í, sum vit ikki eru orsøk til, líka til desember í fjør. Nú er tó ferð komin á aftur, greiðir Hjalmar frá:

– Grundin varð liðug stoypt fyrr í hesum mánaðinum, og gólvelementini koma um einar tvær vikur.

Tað er TN-bygging, sum byggir og innilokar húsið, og hetta arbeiðið skal avhendast í seinasta lagi 30. juni í ár. Tá eru allir útveggir innandura klárir at spartla og mála.

– Ætlanin er so at gera alt innanduraarbeiðið við sjálvbodnari arbeiðsmegi. Vit ætla fyrst at gera niðaru hæddina klára at brúka og bíða fyribils við ovaru hæddini. Hvussu langa tíð hetta fer at taka, veldst bæði um fígging og hvussu sjálvbodna arbeiðið gongur. Eg vóni tó, at niðara hæddin kann takast í brúk í fyrru hálvu av 2021, sigur Hjalmar.

Myndin er tikin, áðrenn grundin varð liðug stoypt fyrr í hesum mánaðinum

Fíggjað við gávum

Hjalmar upplýsir, at tá húsið verður latið teimum innilokað í summar, og sjálvbodna arbeiðið kann fara í gongd, hevur tað kostað 3,2 milliónir. Tá eru allar útreiðslur taldar við, eisini jarðhiti, har tvey hol eru borað til endamálið. Av hesum eru 2,2 milliónir komnar inn í gávum, eins og frá serligum tiltøkum, so sum ein árligur basarur seinastu árini. Tann síðsta milliónin er lænd.

LES EISINI  Nýtt missiónshús tikið í nýtslu

– Vit ætla ikki at læna meira, so tað, sum skal gerast frameftir, mugu vit savna pening inn til. Eisini til ta útgerð, sum húsið skal hava.

Vit gleðast um, at fleiri geva fasta gávu til byggingina hvønn mánað, tí hetta er fíggjarliga grundarlagið undir byggingini.

Vit byggja í tí vón og trúgv, at Gud eisini leggur fólkum á hjarta at geva við gávumildi tað, ið restar í, so byggingin kemur á mál, til gagns fyri Guds ríkis arbeiði, sigur Hjalmar.

Gott við vælvild, meðan bíðað verður

Meðan bíðað verður eftir nýggja húsinum, heldur missiónsarbeiðið sum nevnt til í frítíðarskúlanum í bygdini. Hjalmar letur væl at umstøðunum har, og bæði kommunan, leiðarin og starvsfólkini í frítíðarskúlanum hava víst vælvild. Tað hevur riggað væl, hóast tað merkist, at fleiri skulu brúka somu høli til heilt ymisk endamál:

– Til hvørt tiltak skulu hølini fyrst riggast til og síðani riggast av aftur, og tí verður kanska ikki altíð gjørt so nógv burturúr, men ein stórur skari av fólki hevur hjálpt til at fáa hetta at virka. Somuleiðis hava vit fingið stóra vælvild frá kirkjuráðnum, tá møti hava verið í kirkjuni, eitt nú partur av missiónsvikuni.

Líka síðani 1919 hevur eitt virkið missiónsarbeiði verið í Rituvík, har tað búðu 296 fólk 1. august 2019. Av føstum virksemi nú á døgum kann nevnast sunnukvøldsmøti, bønarmøti mikukvøld, sunnudagsskúli, juniorringur og ungdómsmøti. Hvønn fyrsta sunnudag í mánaðinum er familjumøti.  Sjómanskvinnuringurin kemur eisini saman í vetrarhálvuni.

Í stýrinum fyri missiónshúsið eru Hjalmar Hansen, formaður, Wilmar Højgaard, næstformaður, Etly Nord Højgaard, skrivari, Sigurgunn Kjelnes, kassameistari, og Jan Herman Hansen, stýrislimur.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina