Video: Nýggja missiónshúsið í Rituvík er nú vígt 

Hóast nýggja missiónshúsið í Rituvík er dupult so stórt sum tað gamla, so var sum sild í tunnu til vígsluna sunnudagin.  

Formaðurin í stýrinum í Rituvík, Hjalmar Hansen, formaðurin í Kirkjuligu Heimamissiónini, Símun Persson Jacobsen, umframt sóknarpresturin, Meinhard Bjartalíð, virkaðu við til vígsluna, har Manskórið úr Rituvík og Taborkórið úr missiónshúsinum á Toftum sungu. 

Í hesum videonum ber til at síggja brot frá vígsluni. 

LES EISINI  Strendur: Missiónsvika – næstan sum vanligt
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina