Brot úr søguni um Sunnudagsblaðið

Johannes Andreas Næs, sáli, greiðir her frá parti av søguni um Sunnudagsblaðið, sum er komið út síðani 1940. Eisini nevnir hann nøkur av fólkunum, sum brunnu fyri at fáa blaðið út um landið.

Undirritaði var fleiri ferðir og vitjaði Johannes, sum var frálíkur fróðamaður og hevði stóran alsk til søgu, eisini kirkju- og missiónssøgu. Tá eg vitjaði hann 23. mai 2016 kom hann inn á søguna um Sunnudagsblaðið. Eg fann telefonina fram og tók nakrar minuttir upp, meðan hann segði frá. Tá eg segði, at eg hevði tikið upp, meðan hann greiddi frá, segði hann skemtandi: -Eg haldi ikki, eg segði nakað, sum ikki tolir at fara víðari!

Hervið fer tað víðari.

LES EISINI  Endurnýggjaði myndina á SUNNUDAGSBLAÐNUM
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina