Bussur við kristnum álopin í Minya

Í minsta lagi 26 fólk doyðu, og tíggjutals vórðu særd, tá ið ein bussur varð álopin í Minya-landslutinum í Egyptalandi, skrivar Al Jazeera.

Bussurin varð álopin fyrr í dag, fríggjadag, á veg til Santa Sámuels kleystur í Minya-landslutinum, umleið 220 kilometrar sunnanfyri Kairo. Egyptiska innanríkisráðið boðar frá, at í minsta lagi 26 fólk doyðu, og 25 vórðu særd í álopinum.

Ein talsmaður fyri innanríkisráðið sigur, at trygdardeildir eru á staðnum og hava avbyrgt økið. Enn hevur eingin tikið sær ábyrgdina av álopinum.

Kristni minnilutin í Egyptalandi, sum er umleið 10 prosent av íbúgvunum í landinum, hevur áhaldandi  verið undir atsóknum frá vápnaðum bólkum. Í apríl mánaði doyðu í minsta lagi 45 fólk, og meira enn 100 vórðu særd í tveimum sjálvmorðsbumbuatsóknum móti kirkjum í býunum Tanta og Alexandria.