Byggiplássið í Nesvík tikið niður

Nú tað mesta av útbyggingararbeiðnum í Leguhúsinum í Nesvík, sum arbeiðstakarar skuldu taka sær av, er um at vera liðugt, eru menn í holt við at taka arbeiðsskúrar, bingjur og annað, ið hoyrir til byggiplássið, niður. Fyrsta dagin fer umhvørvið niðanfyri leguhúsið tí at líkjast sær sjálvum aftur, sjálvandi við tí broyting, at ein stórur bygningur í trimum pørtum er komin afturat.

Fríggjakvøldið byrjaði fyrsta av summarlegunum í leguhúsinum, og tað var ein serlig løta, tá nýggja høllin var full av spentum børnum og foreldrum, ið høvdu koyrt tey á legu. Nýggju karmarnir roynast væl, hóast tað verður ein tíð, áðrenn síðsti parturin av útbyggingini, sum er kamarslonin, verður klár at taka í nýtslu. Hana skulu sjálvboðin gera lidna, og tað arbeiðið verður vónandi liðugt í februar næsta ár.

LES EISINI  Arbeiðið at skifta vindeygu í Leguhúsinum byrjað
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina