Café Manna letur upp

Í morgin frá klokkan 14.00 til 17.00 verður móttøka í eini nýggjari café í Miðvági. Caféin letur annars upp mánadagin 6. mars klokkan 10.00.

Tað eru Hanna og Werner Nattestad, sum fara at reka nýggju Café Manna, sum heldur til í hølunum við síðuna av Krígssavninum, í bygninginum, har Bónus er.

32 sitipláss
– Eg havi í mong ár havt eitt ynski um at hava mítt egna virki. Eg havi fingið hugskotið frá Café Manna í Nuuk, sum ein vinkona hjá mær rekur, og har eg havi verið mangar ferðir. Ætlanin er at reka hesa caféina í einum kristnum anda, sigur Hanna.
Í caféini eru 32 sitipláss, men tað er rúmligt inni, so tað er møguleiki fyri fleiri plássum. Ætlanin er at hava opið allar gerandisdagar frá klokkan 10.00 til klokkan 18.00. Sunnudag er stongt.
Fyrrapartin er morgumatur at fáa, og annars er tað køkur, dessertir, ísur, pannukøkur og sjálvandi kaffi, te ella sodavatn afturvið.

Bøkur og kristiligt tilfar
 – Vit ætla eisini at selja bøkur og annað kristiligt tilfar, og somuleiðis ætla vit eisini at skipa fyri onkrum tiltaki um kvøldið av og á. Navnið Manna vísir bæði til tað manna, sum vit kenna frá Gamla Testamenti, matin, sum ísraelsfólk fekk frá Gudi í oyðimørkini, og eisini til orðið menniskja, mannabarn, sigur Hanna.
Café Manna liggur væl fyri beint við høvuðsvegin, og har eru góð parkeringsviðurskifti.