CEC venur finskar kirkjur …

CEC venur finskar kirkjur fyri at tryggja tryggari og sterkari samfeløg. Ráðstevnur fyri evropeiskar kirkjur (CEC) helt saman við ortodoksu kirkjuni í Finnlandi í síðstu viku tann 8. Juni eina fyrikunning og venjing fyri leiðarar og starvsfólk í kirkjunum um at verja gudstænasturnar.

Tiltakið varð hildið sum partur í verkætlanini, Safer and Stronger Communities in Europe(SASCE), fíggjað av interna politigrunninum hjá Evropa-Kommisiónini undir leiðslu av CEC aðalskrivaranum fyri mannarættindi Dr. Elizabeta Kitanovic.

Tilstaðar til tiltakið vóru eisini umboð fyri evangelisk-luthersku kirkjuna í Finnlandi og muslimska samfelagið í Finnlandi.

Luttakararnir umrøddu nýggj lógartilmæli viðvíkjandi forboði móti rituellum slátri og umskering, ið kann ávirka ymisk viðurskifti í átrúnaðar- og trúarfrælsinum í Finnlandi. Onnur evni, ið vórðu umrødd vóru frágreiðingar frá finsku trygdar- og fregnartænastuni(SUPO) og møguligir vandar fyri finska samfelagið frá høgravíðgongdum og yvirgangsfólki. Somuleiðis varð eisini komið inn á etniskar og átrúnaðarligar minnilutar og bólkar, ið stuðla harðskapi. “Trygd stuðlar vælveru hjá bæði einstaklinginum og samfelagnum sum heild,” segði biskupur, Sergei frá Hamina, frá Ortodoksa amtsdøminum í Helsinki.

“Vit varnast, at bæði minniluta- og meirilutabólkar í hvørjum landi kunnu uppliva hóttanir, eitt nú kenslu av ótta og vreiði – men av ymsum grundum. Til dømis kann ein meirilutabólkur stúra fyri, at teirra leiklutur ella trygd kann verða hótt, meðan ein minnilutabólkur kann uppliva eina hóttan móti teirra tilverugrundarlagi,” skoytti biskupur Sergei uppí.

Hann helt fram við at siga, at “kenslan av einum kirkjubygningi sum eitt trygd stað at vera í søguliga var so grundleggjandi og týdningarmikið, at hesin rættur varð høgdur í altarsteinin ella eina súlu, ið virkaði sum markið fyri tað økið, har fløtturin trygt kundi dvølja. Hetta finst í epigrafiskum innskriftum og kirkjutoftum, ið kunnu tíðarfestast heilt aftur í fimtu øld, herímillum í Lítlaasia og tí núverandi Sýria.

“Kirkjubygningar hava virkað sum eitt griðstað at vera tryggur í longri tíð. Tíverri verða vit eisini mint á, at tað ikki altíð er so. Nú kunnu vit við tungum hjørtum síggja, hvussu russiska kríggið hevur lagt nærum 200 kirkjur av ymsum trúarrætningum í oyði í Ukraina og hevur elvt til líðingar og deyða fyri tey, ið søktu sær skjól har,” segði biskupur Sergei.

Til tiltakið varð tilfar givið til luttakararnar á finskum máli, og ymiskt, ið hevði við kreppuhandfaring fyri átrúnaðarlig samfeløg at gera, varð lutað luttakarunum.
The European Times

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina