Christmas Child: Eskjuinnsavnan 2024

Nú fara vit aftur at gera skógvaeskjur klárar til børn, ið helst onga aðra jólagávu fáa enn skógvaeskjuna, ið vit senda.

Í ár fara eskjurnar úr Føroyum til Ukraina. Vit vita, at støðan ikki er góð har, tí landið er rakt av kríggi, og hóast børnini ongan leiklut hava í krígnum, so eru tey hóast tað hart rakt. Vónandi kunnu eskjurnar vera við til at gleða børnini.

Tá skógvaeskjurnar vera býttar út, verða børnini boðin til eina kirkju ella samkomu, har tey fáa hana. Saman við eskjuni fáa tey eisini ein bókling, ið fortelur teimum gleðiboðskapin um Jesus, og har tað ber til fáa tey eisini møguleika at møta fleiri ferðir til bíbliutímar.

Eskjurnar skulu latast inn 27. okt. Á heimasíðuni hjá Christmas Child Føroyar ber til at síggja, hvar eskjurnar kunnu latast inn .

Umframt at pakka og senda eskjur úr Føroyum ber eisini til at keypa lidnar eskjur á netinum. Til ber at lesa um og keypa eskjur á hesum leinki.

LES EISINI  3.905 jólagávur úr Føroyum til Moldova

Á heimasíðuni er eisni nógv onnur áhugaverd kunning um arbeiðið við skógvaeskjunum.

Í fjør vóru tvær kvinnur við í Georgia og býttu gávur út. Tær hava ein áhugaverdan Facebookvanga, har tær siga frá um túrin. Vangin kallast Georgia OCC

Vónandi fara føroyingar aftur í ár at taka væl undir við at senda skógvaeskjur av landinum, ið kunnu vera til gleði og signing fyri tey, ið fáa, skrivar Christmas Child Føroyar.

Sí eisini Christmas Child filmin 2024 niðanfyri.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina