“Dagsins andakt” skiftir ham

Líka síðani Trúboðin á heysti 2018 gjørdist netmiðil burturav, hevur “Dagsins andakt” verið á Trúboðanum. Á telduni er hon at finna ovarlaga í høgru síðu, og á telefonini liggur hon niðanfyri lýsingarnar á forsíðuni. Hetta eru stuttir tekstir, ið hava tikið millum ein og fimm minuttir at lesa. Tað eru nógv ymisk fólk, ið hava skrivað “Dagsins andakt” og vit á Trúboðanum ynska hjartaliga at takka øllum teimum, sum hava borðið hetta arbeiðið.

“Dagsins andakt” skiftir nú ham.

Símun P. Jacobsen, formaður í Kirkjuligu Heimamissiónini, kunngjørdi á Stórmøtunum í fjør, at aðalskrivarin og trúboðararnir fara at lesa og viðmerkja bíbliuna. Í staðin fyri skrivaðu andaktirnar fer “Dagsins andakt” sostatt at vera eitt ljóðbrot. Sunnudagin verður fyrsta ljóðbrotið at hoyra. Tá verður tað Andrias Magnussen, aðalskrivari, ið lesur Markus 1,1-8.

Upptøkurnar verða nakrar minuttir til longdar. Um tú ikki fært lurtað onkran dag, so ber til at finna seks tær seinastu andaktirnar niðast undir greinini “Dagsins andakt”. Eisini ber til at leita eftir yvirskriftini á andaktini, í hesum føri Markus 1,1-8, í leiti teiginum hjá Trúboðanum. Har ber eisini til at finna allar tær skrivligu andaktirnar, sum eru komnar út seinastu fýra árini.

LES EISINI  Trúboðin flytur út á netið - burturav!
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina