Dakko byrjaður
Í dag, 1. mai, byrjaði Petur Jákup Petersen (Dakko) í starvinum sum aðalskrivari hjá Bláa Krossi Føroya.
Nøkur av starvsfólkunum vóru og heilsaðu uppá hann í morgun
Dakko er 64 ára gamal. Hann hevur drúgvar leiðsluroyndir, bæði sum arbeiðsformaður og vinnulívsmaður í Føroyum og uttanlands, skrivar heimasíðan hjá Bláa Krossi.
Dakko hevur í nógv ár verið ein drívmegi í sjálvbodna arbeiðinum hjá Bláa Krossi, har hann bæði hevur verið við til at stovna handlar og sum formaður í bygginevndini, staðið á odda fyri byggingini av Blákrossheiminum á Nesi. Dakko skal saman við landsnevndini skipa arbeiðið kring landið.
Myndirnar hevur Torleif Johannesen tikið.