Dánial Olsen nýggjur ungdómssamskipari

1. september er Dánial Oddmarsson Olsen settur í starv sum ungdóssamskipari

Dánial Olsen er 23 ára gamal og býr í Saltangará. Hann er útbúgvin krambakallur. Dánial hevur verið virkin í ungdómsnevndini í Missiónshúsinum á Glyvrum í seks ár, harav fýra ár sum formaður.

Starvssetanin er samstarv millum Heimamissiónina og PODAS, har Dánial er settur í parttíðarstarv hjá bæði Heimamissiónini og hjá PODAS.

Ungdómssamskipari hjá Heimamissiónini

Kirkjuliga Heimamissiónin hevur sett Dánial Olsen í parttíðarstarv sum ungdómssamskipari.

Partur av starvinum hjá Dániali verður at vitja ungdómsmøtini kring landið, har hann m.a. skal kunna um arbeiðið hjá HMU og um bíbliulesiætlanina Kumpas.

Eisini kemur hann at samskipa økisfundir og at arbeiða við einum evnislista, umframt nógvar aðrar ymiskar uppgávur.

Fyrsti ungdómssamskipari hjá PODAS

PODAS, sum er vikuligur kristin skúli, hevur fleiri góð tilboð til ungdómin. Seinastu árini hava nakrir PODAS flokkar verið, sum er málrættaðir ungdóminum. Soleiðis verður eisini hetta skúlaárið.

PODAS vil vera meira sjónligt millum ungdómin, soleiðis at enn fleiri kunnu njóta gott at undirvísingini. Tí hevur PODAS sett Dánial Olsen í parttíðarstarv sum ungdómssamskipari, har hann m.a. fer at vitja kirkjur og meinigheitir og kunna um arbeiðið hjá PODAS. Eisini fer hann at samskipa PODAS ung.

LES EISINI  HMU lesur bíbliuna: Dagur 9