Danjal av Rana settur sum dagligur leiðari hjá OM Føroyum

Nevndin hjá missiónsfelagsskapinum OM Føroyar (Operation Mobilisation) boðar í morgun frá, at Danjal av Rana tekur við sum dagligur leiðari frá 1. apríl. Hann tekur við eftir Jóhan Petur Johannesen, sum hevur verið leiðari síðani 2016. Danjal verður innsettur sum leiðari á aðalfundinum hjá OM 29. apríl.

Danjal av Rana hevur drúgvar royndir í trúboðarayrki, bæði sum trúboðari og við trúboðaraumsiting. Hann hevur virkað sum trúboðari í Fraklandi og Kroatia.

Fyrstu tíðina virkar Danjal saman við Jóhan Peturi, sum heldur fram í starvi í OM til 1. juli.

OM hevur arbeitt í Føroyum í mong áratíggju. Endamálið er at eggja og hjálpa menniskjum at boða kærleika Guds til menniskju kring allan heim. OM strembar eftir at styrkja kirkjur og samkomur, serliga í økjum, har Kristus er minst kendur. Síðani 2012 hevur arbeiðið hjá OM Føroyum verið leitt av eini felagskristiligari nevnd, sum setur ein dagligan leiðara.

LES EISINI  Fundur um TeenStreet - Tú kanst luttaka!
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina