Pakistan: Deyðadømda Asia Bibi bíðar nú eftir avgerðini í hægsta rætti
Mánadagin slapp kristna Asia Bibi, mamma at fimm børnum, endiliga at verða hoyrd í hægsta rætti, eftir átta ár á “deyðsgongdini”. Dómstólurin hevur tó boðað frá, at vikur kunnu ganga, áðrenn avgerðin fellir.
Sum vit skrivaðu fyrr í vikuni, varð Asia Bibi dømd til deyða í 2010 fyri gudsspottan. Verji hennara, Saif-ul-Malook, heldur, at hon hevur møguleika at verða leyslatin, tí sakin hjá ákærunum er veik og fleiri mótsøgnir eru í vitnisfrágreiðingunum. Samstundis leggur altjóða samfelagið trýst á stjórnina í Pakistan.
Men fyri tað er ikki alt sagt. Mong í Pakistan halda, at Asia Bibi hevur uppiborið at doyggja, og fleiri politikarar, sum hava vart hana, eru dripnir. Millum annað hevur ein islamiskur bólkur hótt við “ræðuligum avleiðingum”, um Asia Bibi sleppur út úr landinum. So trýstið á dómararnar er øgiligt. Harafturat er ótti fyri, at um hon verður leyslatin, so fer vreiðin hjá mongum muslimum at ganga út yvir lítla kristna minnilutan í Pakistan.
Kelda: Open Doors Danmark