Donsk missiónssøga á internetinum

Seinastu árini hava tveir danskir missiónsfelagsskapir hvør í sínum lagi arbeitt við at talgilda síni myndasøvn og leggja tey á internetið. Meira enn 20.000 myndir víða um heimin eru at finna í savninum.

Felagsskapirnir Danmission og Mission Afrika arbeiða báðir við at talgilda síni myndasøvn. Hetta er eitt drúgført arbeiði, sum tó er komið væl á leið.

Myndasavnið hjá Danmission røkkur heilt aftur til 1870-árini, og í tí eru eini 35.000 myndir. Tær eru so allar skildar í bólkar og skrásettar, og nú eru 20.000 myndir í talgilda myndasavninum hjá Danmission.

Tað eru sjálvboðin, sum hava gjørt arbeiðið hjá Danmission við myndunum, og Jørgen Nørgaard Pedersen, sum er sjálvboðin samskipari, sigur, at myndirnar fyrst eru sundurbýttar eftir landi og síðan eftir evni. Danmission hevur fingið stuðul frá grunnum, so eitt felag hevur kunnað skannað tær inn.

Talgilda myndasavnið hjá Danmission sæst á danmission.dk/photoarchive.

 

Myndir, filmar og ljóð

Mission Afrika hevur eisini arbeitt seinastu árini við at talgilda søguna hjá felagsskapinum. Mission Afrika, sum millum nógvar føroyingar er kend sum Sudanmissiónin, hevur góð 100 ár á baki. Kaj Moslev, sum er fyrrverandi trúboðari í Nigeria, er ein av teimum, sum fæst við at talgilda savnið. Hann greiðir soleiðis frá:

– Í meira enn 100 ár hava trúboðarar tikið myndir, upptikið ljóð og tikið filmsbrot við til Danmarkar úr Afrika. Í okkara tíð kunnu vit við at talgilda gera søguna atgongiliga hjá øllum – eisini hjá teimum, sum vit “hava tikið søguna frá”. Soleiðis kunnu vit síggja, hvussu missiónin er vorðin broytt gjøgnum tíðina og læra av tí.

Arbeiðið við at talgilda byrjaði í 2010, tá ið ein rúgva av filmum, ljóðbondum og myndum varð funnin í sambandi við flyting. Í savninum vóru 130 filmar, og av teimum vóru teir elstu frá 1930-árunum. Ein partur av teimum vóru tódnaðir og stóðu ikki til at bjarga, men teir flestu eru vorðnir talgildir.

Alt mynda-, films- og ljóðsavnið hjá Mission Afrika er talgilt nú, og arbeitt verður við at gera tað klárt at leggja út á internetið. Tað verður lagt út á heimasíðuna missionsarkiv.dk so líðandi. Í løtuni eru 3.022 myndir, níggju filmsupptøkur og tvær ljóðupptøkur í savninum á netinum.