Durita er nú partur av OM-nevndini

Durita Joenna Jacobsen, sum saman við manninum Davidi Dam Jacobsen er samkomuleiðari í Immanuel, er nú partur av OM-nevndini.

Durita og David hava drúgvar royndir í missión. Tey hava virkað sum trúboðarar í fleiri ár, fyrst sjey ár í Rumenia, síðani fýra ár millum Maori-fólkið í Ný-Sælandi. Tey arbeiddu fyrst og fremst við hjálpararbeiði og samkomuarbeiði. Fyri 15 árum síðani fingu tey tilboðið um at gerast samkomuleiðarar í Immanuel í Hoyvík og valdu tá at flyta heim aftur til Føroya, skrivar OM.fo

– Man verður bitin av missiónsvirusinum, so hóast vit hava verið heima, so hevur hugurin alla tíðina eisini ligið til missión. Tí eri eg sera fegin um møguleikan at gerast virkin í missiónsarbeiði aftur upp á hendan mátan, sigur Durita, sum til dagliga arbeiðir sum lærari í Eysturskúlanum.

Nevndin í OM telur nú seks limir, tveir úr brøðrasamkomuni, tveir úr heimamissiónini og tveir úr hvítusunnusamkomunum og karismatisku rørsluni. Nevndarlimirnir eru Absalon Áargarð, formaður, Jens Christian Olsen, Kristianna Johannesen, Randi Joensen, Henrik Mellemgaard og Durita Joenna Jacobsen.

LES EISINI  Tilmeldingin til TeenStreet er byrjað

Ætlanin var at fáa eina nýggja mynd av samlaðu nevndini á fyrsta nevndarfundinum hjá Duritu, men vegna koronustøðuna í landinum var tann fundurin hildin á netinum. Tí er hetta myndin av nýggju nevndini.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina