Edvard Poulsen fer úr starvi

Av persónligum áum fer Edvard Poulsen úr starvi sum miðlaleiðari á Trúboðanum hálvan september.
Edvard hevur verið miðlaleiðari síðani 1. februar í ár.

Arbeiðið á Trúboðanum verður tí umskipað. Carsten Fonsdal Mikkelsen verður nettrúboðari fulla tíð; eitt starv, sum hann áður hevur røkt.

Síðani verður farið undir tilgongd at seta nýggjan miðlaleiðara, sum skal halda fram við at menna arbeiðið á Trúboðanum.

Vit vilja takka Edvardi fyri tíðina við bøn um Guds ríku signing víðari á lívsleiðini.

Vegna Kirkjuligu Heimamissiónina

Andrias Magnussen, aðalskrivari

LES EISINI  Jákup Brúsá nýggjur aðalskrivari í Kirkjuligu Heimamissiónini
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina