Effata syngur gomlu heilsanina: Jesus fylgi tær
Á páskastevnuni í Missiónshúsinum á Strondum sang kórið Effata sangin “Jesus fylgi tær!” Sangurin er nýliga týddur, og í týðingini verður sipað til gomlu føroysku heilsanina. Fyrst syngja tey ensku tekstin og síðani tann føroyska.
Upptøkuna gjørdi Carsten Fonsdal Mikkelsen við fartelefon. Haldið okkum til góðar, at dygdin á upptøkuni ikki er tann besta.