Eftir summarfrítíðina fara sjálvboðin undir at gera kamarslonina lidna

Sum kunnugt fevnir útbyggingin av Leguhúsinum í Nesvík um tríggjar bygningar. Høllin og felagsøkið vórðu vígd síðst í apríl, men ætlanin er at, kamarslonin verður gjørd liðug av sjálvbodnum. Tó hevur TN Bygging eitt sindur av arbeiði eftir at gera í kamarslonini, áðrenn klárt er hjá sjálvbodnum at byrja, og tað eru teir í holt við nú.

Ætlanin er at fara undir sjálvbodna arbeiðið fyrst í september. Miðað verður eftir, at kamarslonin er heilt liðugt seint í februar 2020, men tað krevur sjálvandi, at fólk um alt landið taka væl undir og bjóða seg fram at vera við.

Øll kunnu vera við

Arbeiðið verður skipað í fakøki. Dávur Reinert Hansen á Toftum (227894) er settur at leiða arbeiðið, og afturat honum eru so settir álitispersónar fyri hvørt fak:

Máling: Eskild Hansen (215089) og Óli Poulsen, Klaksvík (225690)

El: Jógvan Reynslág, Argir (291232)

Timbur: Hans Jákup Hansen, Nes (225368)

Uttandura: Jørgen F. Andreasen, Leirvík (593070)

LES EISINI  Tað blíðkar fyri hugaðum monnum

HVS: Bartal Danielsen, Strendur (290388)

Meiningin er so, at fólk venda sær til álitispersónarnar fyri tað fakið, sum ein heldur seg til at vera við í. Fólk skulu ikki halda seg aftur, tí brúk er fyri nógvum fólki, eisini teimum mongu, sum ikki hava nakra handverkliga bakgrund. Serliga nógv er at gera av timburarbeiði, málingaarbeiði og uttanduraarbeiði.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina