“Eg biði fyri øllum menniskjum”

Fyrst av øllum áminni eg tá um, at tað verða hildnar bønir, ákallanir, fyribønir, takkargerðir fyri øllum menniskjum, fyri kongum og øllum teimum, sum settir eru hátt.

1 Tim 2,1

Ein dagin møtti eg einum gomlum trúgvandi manni. Eg spurdi hann, um hann ikki í hesum døgum biður fyri tí og tí ávísa. Minnist ikki út í æsir, hvussu orðini fullu. Hann svaraði: “Eg biði hvønn dag fyri øllum menniskjum.”

Mær tykti, at svarið var ov einfalt; men tað man heldur ikki hava verið ætlan Paulusar, at vit skulu biðja fyri øllum menniskjum. Ætlanin var uttan iva, at eingin er útihýstur, sum Gud leggur okkum á sinni at biðja fyri.

Her er talan um gudstænastuna. Við tí siði sum longu var galdandi í samkomuhúsinum har biðið verður fyri keisaranum og landshøvdinganum. Mong hava hugsað: Nero?! Honum kann eg ikki biðja fyri. Jú, sigur orðið, honum skal tú júst biðja fyri. Einum keisara, sum framdi at siga allar tær brotsgerðir, sum hugsast kundu og endaði við at vera hin fyrsti keisarin, ið setti í verk at jagstra og søkja at teimum kristnu í ólukkumát.

LES EISINI  Gud kann geva okkum dirvi at biðja um tað ótrúliga

Hví skal eg halda fram at liva? Hetta má vera so við og við fyri at mítt arbeiðsøki ikki verður skert og tí skal forbøn mín verða viðkað. Hvønn eigi eg mest at hugsað um í bønum mínum? Teimum kanska, eg felli tár um. Tað er ætlanin við málberingini “fyribønum fyri øllum menniskjum.”

“Tú fekst mátt, tá tú helt saman hendur og í navni hans bað tína bøn. Og tann dag, hann tær ferðaboð sendir, tú skalt sanna, at stór var tín løn. Hms. 243,3

Úr: Smálestrar. Ætlað teimum, ið halda seg vera gomul
eftir C. Bartholdy 
LOHSES FORLAG 1975.
Henry Debes Joensen, umsetti

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina