Eg elski teg!

“Við ævigum kærleika havi eg elskað teg” (Jer 3,31).

Eg sat í tokinum og bíðaði eftir, at tað skuldi koyra. Beint uttanfyri ta opnu hurðina stóðu tvey ung og hálsfevndust. Tað var sjónligt, at tey vóru góð hvørt við annað. Beint áðrenn tokið fór avstað, leyp drongurin inn í vognin og setti seg, meðan gentan stóð eftir. Í somu løtu, sum tokið byrjaði at koyra, rætti gentan brosandi eitt pappír upp um høvdið. Á tí stóð: “Eg elski teg!” Tað var ein fegin og brosandi drongur, sum fór við tokinum.

Eina persónliga og skrivliga heilsan: “Eg elski teg!” hevur ikki bara hesin drongur fingið.

Tú og eg, ja, øll mannaættin hevur fingið eina tílíka kærleiksváttan.

Hon varð ikki skrivað við blekki á pappír, men við blóði Jesusar á Golgata.

Hon varð ikki bara ætlað einum ávísum persóni, men øllum menniskjum til allar tíðir.

Hon er ikki bara kunngjørd á eini jarnbreytarstøð, men so langt út um heimin, sum gleðiboðskapurin er náddur; tí Bíblian er Guds kærleiksbræv til heimin.

LES EISINI  Jesu vald

Tað var ikki bara eitt stutt kærleiksbrús frá Guds síðu, sum stóð uppá eina løtu fyri síðani at hvørva burtur. Nei. Gud sigur: “Við ævigum kærleika havi eg elskað teg” (Jer 31,3).

Kærleikin millum menniskju kann tíverri enda, um hann ikki verður røktur.

Um Jesus standa hesi orð: “Hann elskaði teir líka til endan.”

Jesus elskaði ikki bara lærusveinarnar líka til endan, men alla mannaættina.

Jesusar kærleiki er álítandi og vendur móti øllum menniskjum til allar tíðir.

At elska onkran, sum ikki elskar afturímóti, skapar trega, sorg og líðing.

Tað kendi Jesus, “tí hann kom til síni egnu, og hansara egnu tóku ikki ímóti honum.”

Stóri spurningurin verður tí: Elskar tú Jesus, sum fyrst elskaði teg?

Tú elskar Jesus, um tú trýrt á hann. Tá hevur tú eisini tikið ímóti honum.

Tú elskar Jesus, um tú hevur játtað syndirnar fyri honum.

Tú elskar Jesus, um hann er vorðin neyðugur, lívsneyðugur hjá tær.

LES EISINI  Ein í rúgvuni

Tú elskar Jesus, um tú fylgir honum.

Tann, sum tilvitað ella í líkasælu vendir Jesusi bakið, hevur samstundis vent Guds frelsandi kærleika bakið og kann tí ikki annað enn glatast.

At tú hevur elskað sum eingin av monnum,
tað síggi eg í tíni deyðsstund av sonnum;
her tala so hart tínar blóðutu hendur,
at kærleiki tín til oss syndarar stendur.
(MS 151)

 

Úr andaktsbókini “Dýrur longsil”, Heimamissiónsforlagið 2006.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina