Eg eri vegurin

Joh. 14.6…

Jesus sigur við Tummas “ Eg eri vegurin, sannleikin og lívið. Eingin kemur til faðirin uttan við mær “

Tummas kendi ikki tryggleikan í heilsanini frá Jesusi, og setti spurnatekin við burturferð Kristusar. Tað kann ikki vera satt, at eitt menniskja, í ungum árum, við stórari vitan, sum ger stór undur, og er spennandi at fylgjast við, tosar um burturferð sína.

Tummas minnir okkum á tað, mann mangan hevur hoyrt um persónar, ið halda uppá at kenna sannleikan, sum kunnu vísa á vegin og hava eina tilvitan um frið, samlag og møguleika til frelsu. Men legg merki til, at Jesus sigur ikki, at hann skal vísa okkum á vegin.

Jesus sigur “Eg eri vegurin!” “Tit vita ikki hvar eg fari, men tit kenna vegin!” “Trúgvi á Gud og trúgvi á meg”, sí frá hesi stund hava tit sæð Gud og kenna hann, tann sanna og eina Gud.

Og Guds orð sigur “ Trúgv tín hevur Frelst teg “ – eina trúgvin í hjarta tínum vísir tær á vegin.

Vegurin er Jesus, Hann er vegurin, sannleikin og lívið. Tann kristna trúgvin fevnir um relatión. Relatión til Kristus, ið er vegurin – ja, hann er ikki bara vegurin, men hann er eisini sannleikin og lívið.

Spurningurin í okkara samtíð er, um vit søkja, biðja og tráa eftir vísdóms og opinberingar anda, fyri at kenna vegin, sum er Jesus!

Vit lesa í Hebr. 10,19-20: “Tá ið vit nú, brøður, í Jesu blóði hava treyst at ganga inn í halgidómin, hagar hann vígdi okkum atgongd, NÝGGJAN OG LIVANDI VEG inn ígjøgnum forhangið”, – tað er í sínum jarðiska likami. Tað er bara ein vegur til Himmalin, og tað er trúgvin á Jesus Krist.

Sannleikin kom í hendan heimin, føddur í fjósi, av Mariu moy, íklæddur menniskjað Jesus, ið er Gud. Og uttan Gud er eingin sannur sannleiki. Alt Jesu lív vitnar um sannleikan, og tí verður sannleikans vegur opinberaður, sum lykt fyri fótum okkara og ljós á gøtum okkara. Ikki bara ein ávísan dag, men hvønn dag og alt lívið. Ikki bara her og nú, men Hann er alt lívið, allur sannleikin, ja, øll Frelsan, alt trúarlívið, alt títt bønarlív og alt títt rættvísið, nú og í ævir.

Trúgvin sær lívið í sannleikanum, trúgvin sannførir hjartað um lívið og trúgvin er tín Frelsa. Tá ið trúgvin sær Kristus sum vegin, sannleikan og lívið, verða nøgdsemi og virðingin í trúnni rótfest í honum.

Jesus er hornasteinurin og fundamentið hjá tær, tín bjarging og frelsa í ævir. Í Jesusi eigur tú vegin til Himmalin og saman við Jesusi ognast tú lívið í Gudi.

Er okkara lív í vanda av deyða, kríggi, sjúku ella synd – so hava vit Jesu orð sum sigur “Eg eri lívið fyri teg”, æviga lívið.

Jóhannes doyparin sigur “Men hetta er hitt æviga lívið, at teir kenna teg, hin eina, sanna Gud, og tann sum tú sendi, Jesus Krist.” Men vit kenna/vita, at Guds sonur er komin í heimin, og at hann hevur givið okkum skil, vit og heilaga andan, so vit kunnu kenna hann, ið er tann eini og Sanni – og vit eru í tí Sanna, ið soninum, Jesusi Kristi. Hann er tann Sanni Gud og tað æviga lívið”.

Jesus er vegurin, sannleikin og lívið. Kennir tú vegin ?

Tvey ørindi úr sálmi nr. 236 í Sálmabók Føroya Kirkju:

Tín andi, Gud, til Jesus Krist meg kalli

og føri meg væl fram á rætta leið,

so altíð eg at brósti hans mær halli

í sorg sum gleði alt mítt æviskeið.

Tín andi, faðir, mínum anda lýsi

við orði tínum, ljósi sannleikans,

í lív og deyða tað mær vegin vísi

og leiði barn títt heim til himnalands.

Amen