Eg eygu míni hevji til fjallanna upp
Eg eygu míni hevji til fjallanna upp, hvaðani kemur mín hjálp? Hjálp mín frá Harranum kemur, skapara himmals og jarðar. Sálm 121.
Sálmur 121 er ein av okkara best kendu sálmum í okkara Gamla Testamenti. Tá ið tú gongur ein túr í plantasjuni í Havn og kemur niðan móti Mariukirkjuni og fer um portrið har, so hongur eitt skelti við sálmi 121 skrivað á. Eftir ein góðan og frískan túr millum trøini í plantasjuni er tað so kveikjandi at verða mintur á líta á faðir okkara á Himli. Tað er so vanligt hjá okkum menniskjum at líta at Harrans skaparverki og ikki hugsa um skapara okkara sum tað verður víst til í sálmi 8, 4-5: Líti eg at tínum himni, fingramerki tínum, mána og stjørnum, sum tú hevur fest – hvat er tá maður, at tú minnist á hann, og mannabarn, at tær kemur tað í hug!
Sálmur 121 var ein sálmur, sum jødar sungu, tá ið teir vóru á ferð niðan til Jerusalem til høgtíðirnar. Ein sálmur við gleði og væntan. Gleðin um at vera saman í Harrans húsi. Gleðin um náðina frá faðirinum á Himli. Gleðin um at liva í hansara nærveru. Her var einki neyðarróp í vónloysi. Nei, tað er tað trygga svarið, sum sálmaskaldið og hini í fylginum fáa. Stór og sterk orð í trúarinnar vissu. Hjálpin kemur frá honum, ið kann alt og sum aldri svevur og er so nær sum skuggin hjá okkum.
Guð hevur ikki bara skapað fjøllini. Hann hevur skapað alheimin allan. Sálmurin hevur sum sagt verið sungin til ta árligu ferðina til Jerusalem.
Vit eru øll á ferð móti tí himmalska Jerusalem, men vandarnir lúra allastaðni. Men vit ferðast undir Harrans verndarhond. 121,8: Tín útgang og inngang skal Harrin varða nú og um allar ævir.
Fyri nøkrum árum síðani vóru vit á ferð í Ísrael. Tá fóru vit yvir um til Sinai. Vit skuldu ganga niðan á Sinaifjall um náttina. Vit skuldu hava lummalykt við, tí at myrkt var at ganga, og vegurin niðan á fjallið var smalur at ganga á. Men vit fingu álagt, at vit máttu ganga á vegnum, tí tað var sera vandamikið fyri okkum sjálvi og fyri onnur í fylginum, um vit fóru av vegnum. Nógv leyst grót var fram við vegnum og fór ein steinur á rull, kundu vit gera skaða á okkum sjálvi og onnur.
Ferðin niðan á fjallið gekk væl. Vit sóu ljósglæmurnar frá øðrum, sum gingu somu leið sum vit – fleiri hundrað í tali. Nógv gingu undan okkum, og onnur komu aftan á okkum.
Á Sinaifjallið kundu vit lovprísa Guði, tí her var tað, at Móses fekk Boðini frá Guði.
Á veg oman aftur av fjallinum fór at lýsa fyri degi. Sólin kom skjótt upp á luftina. Niðri av slættanum sóu vit fyri fyrstu ferð tey øðiligu fjøllini, har vit høvdu verið í náttarmyrkrinum. Tá steig lovsongurin upp í hjartanum: Eg eygu míni hevji til fjallanna upp…Hetta hevur okkara almáttugi Guð skapað og vart okkum smáu frá øllum vanda í náttarmyrkrinum.
Vit eru sum pílagrímar á ferð. Vit ferðast frá vøggu í grøv. Vandar lúra á okkara ferð, meðan vit ferðast gjøgnum lívið. Við markleysa kærleika sínum til okkum vil Harrin varðveita okkum inni hjá sær, tá ið vit leggja alt í hansara sterku armar. Hann er okkum nær sum skuggin við okkara høgru hond. Sálmurin endar við, at Harrin skal varða okkum nú í allar ævir.
Eg skal síggja Jesu, eg skal dýrd hans sjá
Og frá honum hvítan brúðarklædning fá´.
Hvat ið mær skal møta, ei mítt eyga sær,
Men eg veit, at Jesus tekur har ímóti mær.